Danska Tv2 veit í kvøld at siga, at loftrúmið yvir flogvøllinum í Aalborg er stongt, eftir at dronur eru staðfestar á luftini.
Sambært Flightradar eru flogfør, sum skuldu lenda í Aalborg, farin aðrastaðni.
Danska løgreglan váttar á X, fyrrverandi Twitter, at dronur eru staðfestar á luftini, og at løgreglan er á staðnum og kannar málið.
Tað var danska loftverjan, sum fyrst boðaði frá dronunum yvir flogvøllinum í Aalborg.
Sambært Naviair varð loftrúmið yvir Aalborg Lufthavn stongt í kvøld klokkan 21.55, lokala tíð.
Sølu-og marknaðarstjórin hjá floghavnini, Martin Nielsen, veit ikki at siga, hvussu nógvar dronur eru staðfestar á luftini í kvøld.
Hann veit at siga, at fyribils hava fýra flogfør fingið boð um at fara aðrastaðni, nú loftrúmið yvir flogvøllinum er stongt.