Klaksvik: Tríggir listar vóru til kirkjuráðsvalið í Klaksvík, og tað gjørdist listi 1, sum fekk fimm av teimum áttu limunum í ráðnum.
Av hesum lista, sum tey plaga at rópa loftslistin, vóru Karl Gudmund Henriksen, Jákup Dion Frederiksen, Jaspur Petersen, Rannvá Joensen og Terji Kjærbo vald í kirkjuráðið.
Listi 2, sum serliga er mannaður við fólki úr Emmaus, fekk eitt umboð í kirkjuráðið, og tað gjørdist Tummas Lervig.
Triði listin, sum serliga umboðaði KFUM & K, fekk tveir limir. Ólavur í Mittúi Christiansen og Ågot Poulsen vóru vald í kirkjuráðið.
Nýggja kirkjuráðið tekur við fyrsta sunnudagin í advent.