Lógarbroyting ruddaði drotningini slóð til trúnuna

Margreta drotning kundi taka yvir trónuna eftir deyða pápans í 1972, tí at trónuarvalógin var broytt í 1953.

 

Danska kongsveldið hevur verið til í yvir 1.000 ár og er millum elstu kongsveldi í heiminum.

Fríðrikur krúnprinsur stendur ovast á arvalistanum til trónuna eftir mammu sína, Margretu drotning. Hon kann í dag hátíðarhalda, at 50 ár eru síðani hon tók við trúnuni.

Í flestu kongsveldum verður trónan arvað. Í Danmark hevur soleiðis verið síðani einaveldið varð sett í gildi í 1660.

Les her um vegin hjá drotningini til trónuna:

* Tá Margreta drotning varð fødd í 1940, høvdu bara menn arvarætt til trónuna.

* Margreta drotning fekk tvær systrar, Benadiktu prinsessu, sum er fødd í 1944, og Anne-Marie prinsessa, sum var fødd í 1946.

* Tá Fríðrikur IX og drotning Ingrid ongar synir høvdu, var tað við táverandi grundlóg yngri bróðir kongs, Knút prinsur, sum var trónuarvingur.

* Í 1953 var trónuarvalógin broytt, so eisini kvinnu kundu taka yvir trónuna. Harvið kundi Margreta prinsessa í 1972 gerast drotning eftir deyða pápans.

* Kvinna kundi bara arva trónuna, um sitandi regentur ongar synir hevði.

* Síðani er lógin broytt, so tað altíð er elsta barnið hjá sitandi regenti – líka mikið kyn – sum arvar trónuna.

* Broytingin varð samtykt í Fólkatinginum 2. juni í 2006, av einum nývaldum Fólkatingi 24. februar í 2009 eins og á fólkaatkvøðu tann 7. juni í 2009.

* Harvið er arvafylgjan soleiðis, at Fríðrikur krúnprinsur er fremst í røðini at taka yvir trúnuna frá Margretu drotning. Síðani eru tað elstu børnini hjá krúnsprinsahjúnunum, Christian prinsur (føddur 15. oktober í 2005) og Isabella prinsessa (fødd 21. apríl í 2007).

Kelda: Ritzau, Den Store Danske.

/ritzau/