Fyri nøkrum vikum síðani skrivaði eg eina grein, har eg vísti á nakrar vansar við føroyska búsetingarmynstrinum. Greinin fekk nógvar viðmerkingar á kjaksíðunum hjá Norðlýsinum og Vágaportalinum.
Fyrstur at gera viðmerking var John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag, sum segði seg vera skelkaðan og hava mist lívsmótið eftir at hava lisið greinina, millum annað tí at eg skal hava fegnast um, at bygdarlívið er blivið fátækari. Sjálvandi fegnist eg ikki um eitt fátakt bygdalív, men eg má bara konstatera, at fólk vilja ikki búgva á smáplássunum. Tað er fakta!
Eg mæli ikki til at reka fólk úr bygdunum, men eg kenni meg sannførdan um, at vit megna ikki at veita teimum tær tænastur, sum eitt nútíðarmenniskja krevur. Tí flyta tey sjálvboðin.
Politivaktir og læknavaktir
John William er skuffaður um, at eg ikki havi sett meg inn í málini um politivaktir og læknavaktir (eg gangi út frá, at hann meinar við politivaktirnar og læknavaktirnar í Klaksvík, sum kjakast hevur verið um, ta seinastu tíðina).
Tað er rætt, at eg nevndi politivaktir og læknavaktir, men tað var bara generelt og var ikki meint sum viðmerking til nakað ítøkiligt mál. Men eg kundi kanska spælt bóltin yvir aftur til John William og spurt, hvat hann heldur um til dømis politi- og læknavaktir í Fugloy ella í Mykinesi? Hví er ikki ein kommunulækni og ein politistøð á hvørjari útoyggj í Føroyum? Er tað tí, at tey ikki hava brúk fyri hesum tænastum, ella er tað tí, at vit ásanna, at fólkagrundarlagið á hesum plássunum er ov veikt?
Og so gera vit eitt kompromi. Vit lata fólk búgva har, men vit veita teimum ikki hesar tænastur, sum vit annars sig vera lívsneyðugar. Er tað nøktandi? Ella hava vit nakran annan møguleika? Umleið helvtin av kommunulæknastørvunum í Føroyum eru longu ómannað, tí vit mangla læknar. Skulu vit so senda hesar fáu kommunulæknarnar út á útoyggjarnar og lata læknatørvin á stórplássunum verða uppaftur størri enn hann er í dag? Nei tað kunnu vit ikki, - men hinvegin, so er tað eisini ábyrgdarleyst at lata eina heila oyggj liggja í læknaloysi.
Sjálvandi skal almenna tænastustøðið vera so høgt sum gjørligt, men vit mugu vera realistisk. Tá vit ikki fáa nóg mikið av læknum, so mugu vit royna at fáa sum mest burturúr teimum, sum vit hava, og tað gera vit ikki við at avmarka teirra starvsøki til støð, har sera fáir sjúklingar eru.
Klaksvík verður ikki ein útjaðari
Hvat Klaksvík viðvíkur, so nevndi eg júst Klaksvík sum eitt av økjunum, har føroyingar í framtíðini fara at búleikast. Eg kenni meg sannførdan um, at verður Skálafjarðartunnilin gjørdur, so fer nógv tann størsti parturin av føroyingum í framtíðini at búgva í økinum Tórshavn, Skálafjørður og Klaksvík og bygdunum sum liggja uppat hesum økinum. Harvið er ikki sagt, at alt annað verður avtoftað.
Føroyar eru eitt lítil land
Sjálvur havi eg seinastu tíggju árini, ferðast dagliga ímillum Skálafjørðin og Havnina, og helst hevur hetta ávirkað meg, soleiðis at eg als ikki dugi at síggja, at til dømis Eysturoyggin skal vera ein útjaðari. Eg seti meg í bussin hvønn morgun og ein góðan tíma seinni eri eg á arbeiðsplássinum í Havn. Hvar aðrastaðni í verðini brúka fólk minni enn ein tíma at koma til og frá arbeiði? Og so brúka vit tíð og orku til at kjakast um, hvar til dømis flogvøllurin skal vera. Sørvágur er minni enn ein tíma frá miðbýnum í Havn (í altjóðahøpi er hetta beint uttanfyri høvuðsstaðin) – hetta sama argumentið kann sjálvsagt eisini brúkast tann øvugta vegin.
Vit mugu læra at síggja, at vit eru eitt lítið lokalsamfelag úti í Atlantshavinum og skulu vit brúka tíð og orku – fyri ikki at tala um pengar, til at kríggjast ímóti hvørjum øðrum, og skulu vit hava eitt ótal av dupultfunktiónum, bara tí at vit ikki kunnu semjast um, hvar ein stovnur skal vera, so tapa vit stríðið um at yvirliva sum land og tjóð.
Vit brúka í tonsavís av brennievni til at flyta okkum aftur og fram eftir longum vegastrekkjum, tí vit hava eitt bústaðarmynstur, sum als ikki hóskar til krøvini, sum eitt nútíðarsamfelag setur. Vit kundu spart nógvar pengar við at broytt hetta, og tí spyrji eg: Hava vit ráð at lata vera? Men vit gera tað øvugta. Vit brúka pengar til at halda lív í einum gomlum bústaðarmynstri, sum ger tað ómøguligt at veita borgarunum tær mest neyðugu tænasturnar.
Eg sigi ikki, at vit skulu brúka tíð og orku til at avtofta bygdir, men vit eiga heldur ikki at brúka tíð og orku til at forða fólki í at búseta seg har, sum tey sjálvi ynskja at búgva - millum annað tí at tað er praktiskt og trygt.