Lokalvarp ? ongantíð ov skjótt!!!

Tað er einki dulsmál, at vit eru nógvir føroyingar, sum ynskja lokalvarp nú, serliga vit sum búgva uttan fyri Havnina.

Øll lesarabrøvini í seinastuni prógva, at Útvarp Føroya hevur svikið okkum so staðiliga.

Dømini eru nógv. Nú í morgun, 20. jan., hevur útvarpsmaðurin leitað sær til ein av skúlunum í Havn, har hann tosar við ein pápa at einum av smábørnunum, sum skulu í skúla av fyrstan tíð.

Brennidepilin eitt dømi: Tað er ikki sending, uttan at ein úr Havn svarar spurningunum. Í øllum tónleikasendingum, ið spældar verða, eru vertirnir úr Havn ella búgvandi í Havn. (95% av teimum).

Frættir tú nakað frá kommununum, ja so er tann fyrsta Havnar Kommuna. Álvaratos, er ikki ein verð uttan fyri Havnina?

Hví ikki frætta úr Klaksvík, Vestmanna, Runavík ella av Sandi, har kommunan hevur verið stongd í 4 mánaðir ? nokk farin á húsagang.

Meinti annars, at øll í Føroyum áttu Útvarp Føroya.

Vælsignaðir, stovnsetið lokalvørp beinanvegin.


LSS.