Lokka føroyingar at lýsa í telefaksbók

Enn einaferð roynir eitt felag, við heimstaði í Sveits, at lokka føroyskar fyritøkur at lýsa í telefaksbók teirra. Løgreglan biður fólk, sum fáa slík tilboð, koyra tey í ruskílæti

Í gjár fekk Sosialurin eitt tilboð frá eini telefyritøku úr Sveits, sum bjóðaði blaðnum at lýsa í 2000/2001 útg´ávuni av telefaksbók teirra. Fyri ómakin skal henda fyritøka hava millum 5 og 6 túsund krónur, sum Sosialurin verður biðin um at viðleggja í kekki, tá vit taka av tilboðnum.

Tað ætla vit okkum kortini ikki, og tað eru tað fleiri orsøkir til. Høvuðsorsøkin er, at vit kenna ikki fyritøkuna og vit hava heldur ikki biðið um nakra lýsing frá fyritøkuni. At fyritøkan so eisini hevur skeivar upplýsingar á skjalinum ger ikki trúvirði betri.


Koyr í ruskspannina

Tað er ikki ókent fyribrigdið, at útlendskar fyritøkur royna at lokka føroyskar fyritøkur at lýsa í slíkum bókum og tað er eftir øllum at døma nakað, sum kastar væl av sær. Annars høvdu tær ikki hildið á við hesum. Men tað er so sum so við trúvirðinum og upplagnum, sum fyritøkurnar reypa av.

Á løgreglustøðini í Havn er tað heldur ikki fyrstu ferð, at teir fáa fyrispurningar um lýsingar av hesum slag og Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, væntar heldur ikki, at tað verður seinastu ferð.

Løgreglan fær kortini ikki gjørt stórvegis við fyritøkurnar og tí heitir hon á tey, sum fáa slík tilboð, um at koyra tey í ruskspannina alt fyri eitt.

»Tað er ikki ráðiligt at svara upp á tað og tí er betur at koyra tað í ruskílæti« sigur Bergleif Brimvík »Trupulleikin við hasum er, at talan er um eitt tilboð, sum fyritøkan sendir, og tí er tað ikki ólógligt, men tað er heldur ómoralskur máti at reka vinnuvirksemi uppá«.


Savnað í Keypmannahavn

Annars heitir Bergleif Brimvík á tey, sum fáa slík tilboð, sum í grundini eisini er ein rokning, um at senda løgregluni eitt eintak av brævinum frá sveitsisku fyritøkuni.

»Vit gera einki við tað sjálvi, men senda tað beina leið til SØK hjá løgregluni í Danmark og teir skráseta innkomnu skjølini og fylgja við gongdini« sigur Bergleif.

Men av tí, at tað ikki er ólógligt, so verður ikki stórvegis meira gjørt við málið.


Kunnu rykkja eftir skuldini

Hóast tað í hesum føri er talan um eitt tilboð og rokning í einum, so er ikki vist, at tað er tað seinasta, sum føroysku fyritøkurnar síggja til samskiftið við fyritøkuna, sum eitur United Telecom, Trust.

Slíkar fyritøkur lata sær sjáldan lynda, at »lýsarin« sigur nei takk til eina lýsing og nógvar royna tí, tá ein tíð er farin, at rykkja eftir pengunum.

Tá er umráðandi, at fyritøkurnar, sum fáa rykkjarar eisini koyra teir í ruskspannina. Sveitsiska fyritøkan hevur ikki krav upp á peningin og tí skulu fyritøkurnar í Føroyum heldur ikki gjalda.

Men går den, så går den ...