Um Helsingør skuldi geva sær nakað far um at leika í bestu deildini aftur komandi ár, so var sigurin eitt krav í dag, tá ið teir fóru á vitjan hjá Viborg. Viborg liggur á einum fjórða plássi, og var tískil stórfavorittur undan dystinum.
Púra óvæntað vann Helsingør 30-27, eftir at teir vóru aftanfyri 14-15 í hálvleikinum. Heini Hanusarson skoraði einki mál.
Ein dystur er eftir at leika, og hetta verður ein sannur lagnudystur. Helsingør møtir Lemvig, og taparin av dystinum flytir beinleiðis niður í næstbestu deildina. Vinnandi liðið skal spæla um niðurflyting.