Loksins kemur uppskotið

Tó, at tað hevur latið bíða eftir sær, er líkt til, at uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini verður lagt fyri tingið í næstu viku.

 

Tað var longu sama dag, sum nýggj samgonga var skipað, 15. septembur, at Sonja Jógvansdóttir boðaði frá, at hon sama dag fór at leggja eitt uppskot fyri tingið, um broytingar í hjúnabandslógini. So var tó ikki, men 24. septembur lótu Sonja Jógvansdóttir, Bjørt Samuelsen, Kristianna Winther Poulsen og Hanna Jensen so løgtingsumsitingini uppskotið.

 

Síðani hevur lítið verið at hoyrt til tað, hóat onnur uppskot eru latin umsitingini og løgd fyri tingið. Nú er tó líkt til, at bíðitíðin er av.

 

Bjørt Samuelsen sigur við in.fo, at væntandi kemur uppskotið fyri tingið í næstu viku, men í øllum førum verður tað áðrenn jól.

 

Hon greiðir frá, at uppskotsstillararnir hava bíða eftir umsitingini, sum hevur havt nógv at gera í málinum.

- Løgfrøðiliga er talan um eitt nokk so fløkt mál, sum tað eisini var seinast. Orsøkin til longu bíðitíðina er, at vit hava bíða eftir einum notati frá umsitingini, sigur Bjørt Samuelsen.

 

Løgfrøðiliga fløkjan liggur í, at føroyingar einans ynskja at seta nakrar av donsku dagføringunum inn í føroysku hjúnabandslógina, men ikki allar.

- Tað vanliga er, at landsstýrið heitir á løgtingið um at samtykkja eina dagføring av eini lóg samsvarandi dagførinunum í Danmark, men í hesum málinum vendir tað á ein hátt umvent. Her er tað løgtingið, sum ynskir at fáa eina lutvísa dagføring av lógini, men ikki so víttfevnandi sum donsku lógirnar, sigur Bjørt Samuelsen og sipar til, at broytingaruppskotið hjá teimum fýra løgtingslimunum ikki letur upp fyri at samkynd skulu kunna vígast innan kirkjugátt. Hon vísir eisini á, at tað ger støðuna enn meiri fløkta, at kirkjumál er yvirtikið málsøki, men hjúnabandslógin ikki er.

 

Sum skilst fingu uppskotsstillararnir notatið frá umsitingini týsdagin og hava síðani tá umrøtt málið sín ámillum og avgjørt, at leggja tað fram fyri tingið, sum tað fyriliggur nú.