Seinast KÍ vann ein dyst var 22. mai, tá ið teir vunnu 6-1 á júst TB í Klaksvík. Síðani hevur tað gingið av skriðuni hjá klaksvíkingum, men nú vóna teir, at úrslitið á Tvøroyri skal venda gongdini, soleiðis at liðið berjir seg upp eftir stigatalvuni.
Kurt manglaði stuðul
Stóra samrøðuevnið undan dystinum á Tvøroyri var, at klaksvíkingar høvdu fingið kærkomnan styrk í gamla málrevinum hjá sær, Kurt Mørkøre, sum kom heim úr Noreg at hjálpa barndómsfelagnum.
Kurt Mørkøre var millum teir fyrstu ellivu hjá klaksvíkingum, og hann var settur heilt fram sum einsamallur framherji. Júst hetta, at Kurt lá sum einsamallur framherji, gjørdi, at klaksvíkingar sjáldan gjørdust serliga vandamiklir av teirri einføldu orsøk, at veteranurin manglaði stuðul í álopspartinum.
Tvøramenn vóru heldur naskari enn KÍ í fyrra hálvleiki, og tað var heldur ikki óuppiborið, at heimaliðið legði seg á odda, tá ið fyrri hálvleikur var nærum hálvrunnin.
Dan Mortensen royndi seg við einum skoti á KÍ-málið, men bólturin rakti í ein KÍ-ara og datt fyri føturnar á nýggja álopsmanninum hjá TB, Dejan Tomic, sum staddur ein fimm metrar frá málstrikuni hevði lætt við at prika bóltin seinasta teinin inn í netið til 1-0.
Næstu løtuna leikaði ofta hart á framman fyri Meinhard Joensen í KÍ-málinum, og TB hevði møguleikar til bæði at leggja seg á odda 2-0 og 3-0.
Dejan Tomic hevði ein opnan møguleika, sum tó ikki gav úrslit, og sama maður var eisini høvuðspersónur, tá ið tvøramenn kendu seg snýttar fyri eitt brotsspark. Tomic snýtti ein verjuleikara hjá klaksvíkingum, og TB'arnir vildu verða við, at verjuleikarin tók beinini undan framherjanum, men dómarin lat ikki við seg koma.
Løgdu trýst longri frammi á vøllinum
Hóast bæði liðini høvdu fleiri málmøguleikar fyri steðgin, so stóð tað framvegis 1-0 til TB, tá ið farið var til hálvleiks.
Tá ið liðini kom út til seinna hálvleik, sást beinan vegin, at klaksvíkingar nú ætlaðu sær longur fram á vøllin. Hjalgrím Elttør legði seg undir liðina á Kurt Mørkøre heilt frammi í álopinum, og vengurnir báðir, Heðin á Lakjuni og Arnhold Joensen, lógu nógv longri frammi, enn teir høvdu gjørt fyri steðgin.
Ágrýtna KÍ-spælið skapaði nokk so fitt av órógv í TB-verjuni, og tað heldur ikki long tíð, áðrenn offensiva satsningin gav úrslit. Álopsparið, Kurt og Hjalgrím, kombineraði seg hegnisliga gjøgnum TB-verjuna, og tað endaði við, at Hjalgrím sendi bóltin framvið Predrag Markovic í TB-málinum til 1-1.
Bæði liðini royndu at trýsta fyri at fáa eitt sigursmál, og bæði liðini høvdu eisini sínar møguleikar. Eitt nú gjørdist Dejan Tomic enn einaferð rættuliga leysur, men Meinhard Joensen var sum ein køtur í beinunum á framherjanum og bjargaði sera væl.
Ístaðin vóru tað klaksvíkingar, ið fingu avgerandi málið, tá ið einir tíggju minuttir vóru eftir at leika. Ein bóltur verður sendur úr KÍ-verjuni niðan til Heðin á Lakjuni í vinstru síðu. Kviki vongurin sendir bóltin inn í brotsteigin, har Hjalgrím Elttør spælir víðari til innskifta Kristoffur Jakobsen, sum sendir bóltin í netið til 2-1, og stór frøði á øllum klaksvíkingunum á Sevmýri.
Málið hjá Kristoffuri tóktist taka mótið frá tvørámonnum, sum fullu í fátt og als ikki megnaðu at hótta KÍ-málið eftir hetta, burtursæð frá nøkrum hornaspørkum, sum ongantíð av álvara gjørdust vandamikil.
TB einsamalt í botninum
Úrslitið á Tvøroyri leygardagin hevði við sær, at TB nú er einsamalt í botninum í Formuladeildini, meðan klaksvíkingar hinvegin fingu eitt sindur av luft. Komandi vikuskifti spælir TB truplan útidyst í Gundadali móti HB, meðan KÍ fær vitjan av EB/Streymi, sum vanligani stendur seg sera væl í Klaksvík.