Loksins vann Kristiansand aftur

Aftaná fimm tap á rað bragdaði hjá Tróndi Mikkelsen og liðfeløgunum í dag

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand tóku í dag móti botnproppinum, Haslum í dysti í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Kristiansand hevði undan dagsins dysti tapt fimm dystir á rað, og tí kom tað á eitt turt stað hjá Kristiansand at fáa ein sigur til høldar í dag.

 

Kristiansand vann dystin 29-21. Í steðginum hevði heimaliðið eina fimmmálsleiðslu, 14-9. Tróndur var noteraður fyri eitt mál í dag.

 

Kristiansand er nummar níggju í deildini við 15 stigum fyri 22 dystir. Við bert fýra dystum eftir á skránni hevur Kristiansand sjey stig upp til liðið, ið er á áttanda plássinum. Arendal hevur 22 stig á áttanda plássinum.

 

Komandi sunnudag spælir Kristiansand dyst á útivølli móti Sandnes.