London er eisini ein møguleiki

Hóast nógv hevur verið tosað um einsskiljing og virðisbrævamarknað, so er tað enn bert eitt føroyskt felag, sum er at finna á slíkum marknaði. Faroe Petroleum hevur nú tvey ár á baki sum partur av enska virðisbrævamarknaðinum

Mikukvøldið skipaði Føroya Kolvetni fyri sonevndum temakvøldið, har partabrævamarknaðir og einsskiljing var sett á breddan.
Seinastu árini hevur nógv verið tosað um hendan partin av vinnulívinum. Fyrireikingarnar til ein aktivan føroyskan virðisbrævamarknað eru komnar heilt langt, og leingi hevur tos um einsskiljing av almennum ognum eisini verið á breddanum.
Men sambært Niels Sørensen, stjóra í Føroya Kolvetni, so hava teir onkursvegna hildið, at ov lítil ferð hevur verið á kjakinum. Og tað var eisini fyri at betra um hetta, at temakvøldið varð fingið í lag.
- Hetta er kanska eitt sindur sum við veðrinum. Øll tosa um tað, men eingin ger nakað við tað.
- Sjálvandi er nakað hent. Virðisbrævamarknaðurin er at kalla klárur, og Føroyar hava so eisini fingið atgongd til íslendska børsin, men enn er ikki gongd komin á hetta. Okkara felag hevur so hóast alt nakrar royndir, nú vit í tvey ár hava verið partur av virðisbrævamarknaðinum í London, og tí halda vit okkum hava nakrar royndir, sum kunnu vera áhugaverdar hjá øðrum.

Kapitalsterkur marknaður
Málið hjá føroyska oljufelagnum, tá tey valdu at fara á enska virðisbrævamarknaðin, var sjálvandi fyrst og fremst at fáa fatur á meira peningi. Peningi, sum var neyðugur í samband við virksemi felagsins, sum jú er sera kapitalkrevjandi.
Undan hesum hevði felagið ein partapening á einar 100 mió kr., men hesin peningur var nærum uppbrúktur til tað arbeiðið, sum felagið longu hevði gjørt, og útlitini fyri at økja um hetta við vanligari privatari tekning, tóktust vera nærum eingi.
Eftir at hava kannað ymsar møguleikar kom felagið til ta niðurstøðu, at besta loysnin var, um tað eydnaðist felagnum at koma á børsina í London.
Hetta var tó ikki bara sum at siga tað. Krøvini til eitt noterað felag eru sera strong í London, og ikki minst, so skal áhugi eisini skapast millum møguligar íleggjarar, soleiðis at hesir yvir høvur hava hug at seta pening í felagið.
Til hetta leitaði felagið sær hjálp frá William de Bröe, sum er eitt meklarafelag, og eftir drúgvar fyrireikingar, so eydnaðist hetta eisini.

Ikki ókeypis
Men tað er á ongan hátt ókeypis, um tú ert skrásettir á einum virðisbrævamarknaði. Bara arbeiðið til sjálva partabrævatekningina kostaði á leið 10 mió, og tær útreiðslur, sum síðani fylgja við hesum, liggja um eina millión krónur um árið.
Hóast hetta kann tykjast sum stórar útreiðslur, so er Niels Sørensen ikki í iva um, at tað var rætt av Føroya Kolvetni at taka hetta stigið.
- Sum nevnt, so er helst avmarkað, hvørt tað vildi borið til at økt munandi um partapeningin, uttan at taka eitt slíkt stig. Hartil kemur so eisini, at vit helst um ikki alt ov langa tíð enn einaferð velja at útgeva fleiri partabrøv.
Men er tað kanska eisini so, at marknaðurin í London kundi verið áhugaverdur fyri onnur føroysk feløg, ella er tað nóg mikið, um vit »bara« eru partur av íslenska marknaðinum.
- Tað veldst um so nógv. Í okkara føri var tað upplagt, tí bretski marknaðurin er vanur við leitingarfeløg. Tey kenna vágan í hesum, og tí eru reaktiónirnar upp á ein tóman brunn ikki so kraftigar, sum tær kundu verið aðrastaðni. Er talan hinvegin um eitt virki, sum t.d. hevur fisk sum høvuðsframleiðslu, so er tað kanska nógv meira upplagt at vera á íslendska marknaðinum. So tað veldst um slag av virksemi, og kanska eisini stødd á virkinum. Men tað átti í øllum førum at verið eitt áhugavert alternativ í nógvum førum.