– "Lonesome Town" er ein tann besti skrivaði sangurin

Tónleikarin í heita stólinum hjá Sosialinum: Bjørn Hentze Bech

Bjørn H. Bech er útvarpsvertur í tónleikasending, har hann spælir eldri føroyskan tónleik, og so er hann eisini diskari við hvørt.

Hvørjum lurtar tú mest eftir fyri tíðina? 

 

- Í løtuni lurti eg mest eftir Idu Laurberg og Andreas Odbjerg við ”Jeg ka’ rigtig godt li’ dig”. Annars dámar mær væl Oliviu Rodrigo, so henni lurti eg nógv eftir.

 

Hvørjum lurtaði tú mest eftir fyri sum heilt ungur? 

 

– Sangurin var “When I’m Gone” hjá Eminem. Útgávan, sum eg lurtaði mest eftir sum barn, var tann hjá Poppkorn. Bólkurin, sum eg lurtaði mest eftir, var Iron Maiden.

 

Hvønn sang kanst tú hoyra umaftur og umaftur, uttan at blíva troyttur av honum? 

 

– Tað má vera “Deliver Your Children” við Wings.

 

Er nøkur útgáva, sum tú heldur vera serliga góða? 

 

– Tað er svakliga ringt at svara hesum, hehe. Okay, jeg nevni eina útgávu av teimum sera mongu eittarunum. “Lívsins land” við Ólavi á Váli, sála, frá 2005. 

 

Hvønn sang vildi tú ynskt, tú sjálvur hevði gjørt? 

 

– Lonesome Town hjá Baker Knight, sum Ricky Nelson sang. Hetta er ein tann besti sangurin, sum er skrivaður.

 

 

 

LES EISINI: – Sum tannáringur fjeppaðist eg mest við amerikanskt glam

 

LES EISINI: – Góðar plátur kunnu samanberast við eina trírættaða matstkrá

 

LES EISINI: – Eg blívi ongantíð troytt av hesum sanginum

 

LES EISINI: – Sum ungur lurtaði eg allarmest eftir Pantera

 

 

 

(Sosialurin - spurningarnir eru settir í juni)

 

Bjørn H. Bech er útvarpsvertur í tónleikasending, har hann spælir eldri føroyskan tónleik, og so er hann eisini diskari við hvørt.