Fiskimannafelagið fekk einki burtur úr at siga upp sáttmálan við Reiðarafelagið. Nú er verandi sáttmáli millum feløgini longdur í eitt ár. Tað var Føroya Fiskimannafelag, sum segði sáttmálan við Føroya Reiðarafelag upp, men nú nýggjur sáttmáli er undirskrivaður, er ikki so mikið sum eitt komma flutt.
Kravið hjá Fiskimannafelagnum var hægri hýrur og sáttmálatryggjaðir frídagar á jólum.
Tá samanumkom, samdust fiskimenn og reiðarar um at leingja verandi sáttmála fram til 1. desember 2010 - og soleiðis er hann púrasta óbroyttur.
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, ásannar, at ætlanin var at fáa hýruprosentið upp og at fáa frí á jólum, men hann ásannar eisini, at har var einki at gera.
- Vit royndu tað, vit kundu, men einki bar til, sigur Jan Højgaard og leggur aftrat, at heldur ikki ting, sum einki kosta, vildu reiðararnir ganga við til.
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, sigur, at samráðingarnar hesaferð vóru skjótar, sum hann tekur til, tí reiðararnir beinanvegin gjørdu greitt, at tað ikki fór at koma upp á tal at góðtaka ein sáttmála, sum leggur enn størri útreiðslur á fiskiflotan.
- Tað ber rætt og slætt ikki til, sigur Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum.