Longt sáttmálan um Sundaberg

JFK Trol í Klaksvík hevur longt leigusáttmálan av Sundaberg við týska reiðaríið Deutsche Fisch Fang Union. Hetta merkir, at Sundaberg ikki verður aftur í føroyska flotanum í fyrru helvt av komandi ári

Klaksvík:
Í summar varð Sundaberg leigaður út til eitt týskt reiðarí. Boðini tá vóru, at trolarin ikki kom aftur til Føroya fyrr enn móti árslok.
Nú er greitt, at Sundaberg ikki kemur aftur nú, sum annars varð sagt. Leigusáttmálin millum JFK Trol og týska reiðaríið Deutsche Fisch Fang Union, sum heldur til í Cuxhaven, er longdur. Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol sigur, at júst dagfestingin fyri, nær leigusáttmálin gongur út er ikki ásett, men hann væntar, at trolarin verður útleigaður alla fyrru hálvu av 2005.
Søgur hava gingið um, at manningin á Sundabergi er uppsøgd av somu orsøk, men hesum vísir Hanus Hansen staðiliga aftur.
Av teimum 18 umborð á Sundaberg í dag eru 15 føroyingar. Hinir sleppa sambært stjóranum á JFK Trol við ávíkavist Skálaberg og Sjúrðarberg.
? Vit vilja sjálvsagt sleppa undan at siga nøkrum upp, og vit vilja seta allar menninar í sving umborð á hinum báðum trolarunum, sigur Hanus Hansen og leggur afturat, at longdi sáttmálin við DFFU kemur reiðarínum væl við, nú kvotan í Barentshavinum er minkað til komandi ár.