-Álopið í dag er bara byrjanin

Amerikanska blaðið New York Times vil vera við, at ein islamistiskur felagsskapur hevur átikið sær ábyrgdina av bumbuatsóknini í Oslo seinnapartin. Felagsskapurin, sum ber heitið Ansar al-Jihad al-Alami, hevur sambært blaðnum almannakunngjørt eina fráboðan, har sagt verður, at atsóknin er ein avleiðing av, at Noreg hevur hermenn í Afghanistan, og at landið hevur vanærað Muhammed profet.

Sambært New York Times skrivar felagsskapurin:

-Hetta er bara byrjanin, og meiri fer at koma.

Amerikanska blaðið leggur afturat, at tað hevur ikki fingið váttan fyri, at fráboðanin er álítandi.