Tað var eingin beiksleiki at hóma millum ein mann, sum í februar í fjør varð sligin fleiri ferðir í andlitið í Klaksvík, og teir, sum slerdu.
Í gjár hittust teir í Føroya rætti og kundu tá práta væl saman.
Fýra ungir menn eru ákærdir, men bara tveir møttu, tí ein var uttanlands, og ein var sjúkrameldaður.
Í hvussu er ein av teimum ákærdu hevur áður greitt frá, at teir høvdu sligið mannin orsakað av eini videopptøku. Tann sligni maðurin hevði gjørt eina videoupptøku av einum ungum dreingi, og tað hildu teir vera synd fyri drongin.
Men í rættinum varð lítið nevnt um hesa videoupptøku. Ein segði bart út, at hann hevði ikki hug at tosa um upptøkuna. Videoupptøkuna segði hann seg einki kenna til.
Maðurin, sum hevði fingið fleiri sløg í andlitið, hevði í rættinum ikki hug at gera tað verri fyri teir fýra. Eitt nú mintist hann ikki, at teir skuldu hava sparkað seg, og hann var ikki greiður yvir, um teir høvdu sligið við knýttum neva ella ei.
Hann upplýsti eisini, at ein teirra hevði biðið seg um umbering.
Málið varð ikki avgreitt í gjár, bæði tí tveir at teimum ákærdu ikki møttu, og tí tvey vitni heldur ikki møttu.