Í eina tíð hevur ein álopssinnaður - ella agressivur - láturkópur gjørt um seg í Roskildefjørðinum, har hann eisini er lopin á fólk.
Týsdagin í síðstu viku eydnaðist tó at skjóta kópin, sum tá lá uppi á strondini við havnalagið í Sønderby.
Eitt nú er ein kvinnuligur rógvari er vorðin bitin í armin av hesum kópi. Hendingarnar hava ført til, at Naturstyrelsen gjørdi av, at kópurin skuldi skjótast, soleiðis at hann ikki ger feigdina um seg.
Týsdagin vórðu granskarar, sum starvast á Århus Universiteti á Risø (AU Roskilde) ringdir upp við boðum um, at kópurin var sæddur í økinum. Tað vóru granskararnir, Morten Tange og Anders Galatius, sum skutu kópin.
- Kópurin hevur uppført seg ógvuliga óvanliga. Hann var óútrokniligur, og næstu ferð kundi tað kanska verið eitt barn, sum fór nær til kópin, sigur Anders Galatius, sum granskar í hvali og kópi á AU Roskilde.
Granskarar halda, at kópurin kanska er vaksin upp í onkrari kópamiðstøð í útlandinum, og at hansara óvanliga atferð kann standast av, at hann áður hevur havt við fólk at gera.
Ætlanin er í summar at gera kanningar av kópinum fyri at royna at staðfesta, hvaðani hann er komin.