Lossingarmenn við nýggjari fløgu

Tíðindaskriv

Tónleikabólkurin Lossingarmenn eru komnir út við nýggjari fløgu.
Teir, ið manna Lossingarmenn eru: Búi E. Dam, Hallur Johannesen, Rógvi á Rógvu og Leivur Thomsen.
Gestasangari er Eivør Pálsdóttir.
10 løg eru á fløguni. 8 løg eru instrumental og hini bæði løgini eru gjørd til yrkingina »Sólareygað« hjá Róa Paturson og »Selatrað« hjá Tummas N. Djurhuus.
Tónleikurin er melodiøsur improvisatiónstón-leikur, inspireraður av ymsum tónleikastílum m. a. country, blues, jazz og sálmum.
Tað er Búi E. Dam, sum ger tey flestu løgini, meðan Hallur Johannesen og Egi Dam eiga hvør sítt lag.
Í jólavikuni spæla Lossingarmenn á Káta Horninum.
Fløgan verður givin út á plátufelagnum Tutl og verður seld í øllum fløguhandlum kring landið.
Fløgan er tikin upp í Focus Recording í Keypmannahavn.
Fløguhúsan hava teir báðir Niels Arge Galán og Uni Árting gjørt.
Stuðlað útgávuni hava: Mentunargrunnur Landsins, Fjølrit, Havnar Timburhandil og Tor-Shipping.