Bústaðir vóru ónøgd við, at Almannaverkið ikki hevði kunnað betri um, hvør skuldi flyta inn á Íslandsvegi 22.
Okkurt bendir tó á, at Bústaðir hava tikið málið í egnar hendur. Í fundarfrágreiðingini sæst, at á fundinum hevur verið tosað nakað um, hvør skal flyta inn. Í øllum førum hevur Almannaverkið viðmerkt fylgjandi í fundarfrágreiðingini.
- [Almannaverkið] øtast yvir vavi av upplýsingum Bústaðir hevur fingið, ið verða mettir at sum trúnaða upplýsingar.
Í einum teldupostsamskifti millum Almannaverkið og Bústaðir um rættingar til hesa fundarfrásøgnina bendir okkurt á, at Bústaðir eftir øllum at døma hevði umfatandi vitan um, hvørji búfólk Almannaverkið ætlaði skuldu búgva í sambýlinum. Í tí kjakinum verður sagt, at Bústaðir eru av tí fatan, at talan møguliga er um kriminell fólk. Tó siga tey, at hetta eru ikki trúnaðarupplýsingar, men almennir upplýsingar, tí Bústaðir hava sæð fólk skriva hetta á einum Facebook-profili.
Víðari í fundarfrágreiðingini er greitt, at Bústaðir hava varhugan av, hvørji búfólkini skulu vera og óttast, at tey eru kriminell.
- Bústaðir vísir á, at borgarar altíð vilja hava eitt renommé, og sjálvandi skulu fólk fáa ein møguleika, men Bústaðir seta spurnartekin við, hvørt fólk við kriminellari atferð og djúptøknum psykiatriskum trupulleikum skulu inn í eitt vanligt grannalag, ella skulu serlig atlit takast til hetta, stendur at lesa í fundarfrágreiðingini.
- Bústaðir vísir á, at skal Bústaðir taka teir tyngstu og truplastu borgararnar inn fyrst, so er renoméið hjá Bústøðum longu skatt, áðrenn Bústaðir hava fingið bygt nakað í Tórshavn, og so hetta í sama grannalagi, har Bústaðir hevur projekt í gongd.
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, sigur seg skilja lítið av undanførslunum hjá Bústøðum.
- Tað undrar okkum, at tað skal koma óvart á Bústaðir, at búfólkini eru fólk, við serligum tørvi. Almannaverkið varðar einans av borgarum við serligum tørvi, segði Edvard Heen við in.fo 23. oktobur.
Les meiri í mánadagblaðnum.