Hósdagin og seinastu viku hevði landsstýrismálanevdin fund við allar landsstýrismenninar og løgmann, ein og ein. Ein tími var settur av til hvønn.
Tað var ikki nakað ávíst mál á skránni. Hetta var bara ein óformligur fundur, har landsstýrismálanevndin tosaði við hvønn landsstýrismann um hansara málsøki. Teir greiddu frá, og nevndin spurdi.
Sambært skipanin skal nevndin javnan hava fund við landsstýismenn og løgmann, og um okkara ávíst mál tekur seg upp, kann hon kallar teir inn. Uppgávan hjá nevdini er neviliga at hava eftirlit við, at landsstýrið umsitir sambært galdandi lógum.
Lovaðu bót og bata
- Vit hava staðfest, at landsstýrið í fleiri førum hevur brotið javnstøðulógina. Hetta nevndu vit við fleiri, og teir lovaðu allir bót og bata, sigur Vilhelm Johannesen, sum er formaður í landsstýrismálanevndini.
Eitt annað brot hjá landsstýrinum er, at roknskapir landskassans ikki eru lagdur fyri tingið, sum teir eiga. Teir skulu leggjast fyri tingið í seinasta lagi seks mánaðir eftir, at roknskaparárið er úti. Tað vil siga, at roknskapurin fyri 1996 skuldi verið lagdur fram í juli.
Eingir roknskapir
- Men roknskapurin fyri 1997 er ikki komin í tingið en, og tað eru roknskapirnir fyri 1995, 1994 og 1993 heldur ikki, sigur Vilhelm.
Hetta er ikki nakar nýggjur trupulleiki, og ein partur av forkáringini er nýggja fíggjarstýringin hjá Gjaldstovuni, men tað kann ikki vera orsøkin til, at 1993-roknskapurin ikki er lagdur fram enn, tí tá var nýggja fíggjarstýringin komin.
Hetta málið tosaði nevdin við Anfinn Kallsberg, landsstýrismann í fíggjarmálum um. Anfinn segði, at trupulleikarnir vórðu undirmettir, tá ásett varð, at roknskapirnir skuldu leggjast fram í seinasta lagið eftir árslok. Hann lovaði tó, at nú skuldi skil koma á.
Vilhelm Johannesen heldur tað vera eina týdningarmikla uppgávu hjá landsstýrismannanevndini at hava eftirlit við landsstýrinum.
Fyrireikaðu seg
- Líkt er eisini til, at landsstýrið tekur nevndina í stórum álvara, tí eg havi frætt, at undan fundinum høvdu allir landsstýrismenninir úr at gerað við at kanna síni málsøki, sigur Vilhelm.
Hetta var fyrsti fundur hjá nevndina, sum ætlar at hava fund aftur í næstu viku fyri at eftirmeta.
Umfam teir óformligu fundirnar við landsstýrismenninar og løgmann kemur nevndin saman, tá onkur mál taka seg upp. Landsstýrismálanevndin viðgera eisini klagur um landsstýrisumsitingina. Meinigum borgarum stendur frítt at klaga til landsstýrismálanevndina.
Nevndin er trímannanevnd, har andstøðan hevur meirlutan. Vilhelm Johannesen er formaður, Atli Hansen er næstformaður, og triði nevndarlimurin er Heini O. Heinesen.