- Ja, vit hava eina útbúgving, sum bæði mennir tey ungu og tryggjar teimum arbeiði aftaná.
Tað sigur Palle Højsholt, sum eigur ferðaleiðaraskúlan Service & Co.
Á hvørjum ári fáa 380 ungdómar úr øllum Skandinavia prógv frá ferðaleiðaraskúlanum, sum liggur uttanfyri Barcelona. Ungdómarnir fáa typiskt starv sum ferðaleiðarar hjá Star Tour, Bravo Tours, Falk Lauritsen, FolkeFerie.dk og so framvegis.
Síðstu árini hava eisini fleiri føroyingar verið á ferðaleiðaraskúlanum hjá Service & Co.
Í annaðkvøld klokkan 19:30 er stórt ferðavinnutiltak í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Har fer stjórin í Service & Co at greiða frá skúlanum og møguleikunum har.