Lovsongskonsert verður í Filadelfia í Havn leygarkvøldið 22. november. Leygarkvøldið 22. november frá kl. frá kl. 19.00 til kl. 01.00 verður ein lovsongskonsert í Filadelfia í Havn. Talan er um eina annarleiðis konsert, sum verður í góðar 6 tímar.
Konsertin er tvørkirkjulig, og lovsongsleiðarar frá ymiskum samkomum koma at leiða lovsongin.
Umframt lovsongin verður eitt orð frá Levi Nybo og Trygva Dam og solosangur frá Bjørt Miðberg.
Tað eru Bergur Thorsteinsson og Trygvi Dam, sum skipa fyri konsertini.