Fólkatingsvalið er farið afturum, og tann spenningur, sum tey flestu mettu fór at verða um seinna umboðið, gjørdist veruleiki. Trupult var at rokna út, hvørja ávirkan floksskiftið hjá Sjúrði Skaale fór at fáa á valinum. Fóru fólk at taka ein fyri fult, sum so brádliga skifti sína fullveldishugsjón út við javnaðarpolitikk? Tað gjørdu nógvir veljarar. Sjúrður Skaale var fríska lotið, sum javnaðarfólk hava bíðað eftir í mong ár, meðan tey hava sæð Tjóðveldi vunnið ein valsigur fyri og annan eftir. Tá tey so við Sjúrði kundu geva Tjóðveldi ein dyggan undir vangan við kanska at koppa Høgna Hoydal, fóru tey manssterk á val. Tað gjørdu tjóðveldisveljarar vist ikki, og tí góvu teir sínum egna formanni fyrsta veruliga ósigurin síðan søguliga valið í 1998.
Men hvussu kann tað henda, at ein maður bara skiftir flokk og fær eitt kanónval í einum øðrum flokki beint aftaná? Heðin Mortensen gjørdi hetta í býráðnum í Havn, tá hann flutti úr Sambandsflokkinum yvir í Javnaðarflokkin. Nú hevur Sjúrður Skaale so gjørt tað sama. Frágreiðingin er helst, at summir persónar eru meira enn bara vanligir politikarar. Teir eru fólksins ogn upp á fleiri mátar. Heðin hevur altíð verið tann sjónligi og ídni, sum dugdi at tosa við høg og lág og knýta tey at sær í alskyns felagsskapum. Øll hava eina meining um hann. Sjúrður Skaale hevur undirhildið fólki í mong ár sum skemtari, og øll hava sæð, at talan var um vitugt skemt og ikki bara tvætl. Sjúrður hevur verið ein, tú mátti taka støðu til. Tosar Esmar ella Sjúrður? Er hetta skemt ella álvari? Hann hevur provokerað mong við sínum mongu leiklutum.
Sjúrður Skaale hevur haraftrat retoriskar gávur og evnir at leggja kampanjur til rættis. Hetta er sjálvandi ein fyrimunur, um tú ætlar tær nakað í politikki. Í valstríðnum upp undir fólkatingsvalið var lítið innihald, men bestu slagorðini hevði Javnaðarflokkurin. Hann setti hálva tíð upp ímóti fullari tíð, polarisering upp ímóti politikki og Edmund upp ímóti Høgna. Á hendan hátt sendi hann eitt greitt signal um, at hann ætlaði sær at koppa Høgna, tí sambandsmaðurin var jú tryggur. Flokkurin dró eisini Petur Mohr Dam, Atla Dam, Jákup Lindenskov og Jóannes Eidesgaard inn í eina røð av avrikum, sum flokkurin segði seg eiga æruna av. Sjálvrósið var ósakligt og lutvíst ósatt, men boðskapirnir vóru beinraknir og provokerandi.
Fyrimunurin hjá Javnaðarflokkinum var uttan iva, at lítið innihald var í valstríðnum, og at viðmerkjarar og valevnir settu spurnartekn við, um fólkatingsessirnir ikki bara skuldu avtakast. Í einum innantómum valstríði trívist einfaldur retorikkur væl, tí har er onki annað. Tá journalistisku spyrjararnir heldur ikki krevja innihald á borðið, bliknar bara alt. Ein fyrimunur var tað uttan iva eisini, at letin millum fólk við politikk er stór, og at rákið í tíðini er hugsjónarleyst. Vit hava havt eina minnilutastjórn við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, sum Tjóðveldi hevur stuðlað. Flokkar eru syndraðir av fleiri stórmálum, m.a. broytingunum í fiskivinnupolitikkinum. Stjórnarskipanarmálið endaði við ósemju. Búskaparliga er løgtingið bundið á hond og fót og má sjussa seg fram til loysnirnar. Ongin yvirskipað kós hevur verið um nakað í skjótt mong ár.
Eitt annað ger seg eisini galdandi, sum tey, ið eru eldri enn 35, kanska ikki hugsa um. Í 1998 var tjóðskaparandin sterkur, og sera nógv fólk vóru upptikin av politikki, søgu og ætlanum. Soleiðis er ikki í dag. Tey, sum eru yngri enn 25, minnast nóg illa 1998 og kenna bara t.d. Høgna Hoydal sum ein politikara, ið er í politiskum hólmgongum sum so mong onnur. Sjúrð Skaale kenna tey ungu í dag bæði frá Pipari og Salti, Summarfestivalinum, stórslignum fjalltúrum og satiriskum skemtisangum. At hann megnar at fóta sær politiskt, ger hann bara uppaftur áhugaverdari millum tey ungu. Og hvørji eru hesi ungu? Hava tey áhuga fyri tjóðskaparsøgu og hugsjónum? Tvætla ikki. Tey skrála seg hás aftur við Páll Finnur Páll og Pipari og Salti um gjeikarar og sigoynarar. Og tekstirnir, tey syngja, eru talumál og ikki skaldamál, tí skaldamál er ov stirvið.
Við øðrum orðum eru vit lutvíst í einum postmodernistiskum ráki í Føroyum. Trúskapurin mótvegis tjóðskapi, hugsjónum og kendum grundvirðum er ikki ovurstórur. Hetta sæst eisini á tí hópi av fólki, sum fer av landinum og ikki tímir at koma aftur. Fleiri av teimum, sum fara, hava ongan dreym um Føroyar sum nakað serstakt, men vilja ogna sær allan heimin ella ið hvussu er Keypmannahavn og kanska London í staðin. Føroyskt tíma tey illa at knossast við, tí kunnu øll ikki bara gera, sum tey vilja, ella bara skriva og tosa danskt og enskt? Og føroyskur politikkur? Er løgtingið ikki pínligt, sum tað klandrast? Alt er eitt sindur líkamikið. Ongin hugsjón er áhugaverd. Søga er ikki áhugaverd. Álvari og skemt kunnu væl blandast saman. Grundvirðir kunnu upploysast, og eitt orð er eitt orð, til tað er eitt annað orð.
Sjúrður Skaale er persónifiseringin av hesum ráki. Hann spælir allar møguleikar leiklutir, og tað er bara heilt ok, tí kravt verður ikki, at tú altíð ert tann sami. Hann sigur, at tey, sum valdu loysing í 1946, eru deyð. Hann leggur tá ongan týdning í søguna og avdúkar ein sjáldsama harðligan bondskleika, sum annars ofta bara sleppur út gjøgnum skemtaran. Hann sigur seg ikki vera ein stein, men ein mann, sum altíð kann skifta meining. Tá ljóðar hann sum Erasmus Montanus, men eisini tað verður góðtikið, tí hugsjónir eru stirvnar og ikki týdningarmiklar. Í einum tannleysum politiskum landslag, har tey flestu eru áh so hampilig, sigur hann eisini orðið, sum meðalhampafólk ofta dána av: Pragmatisma! Hóast pragmatisma bæði merkir, at tú fremur tað, sum ber til, og at tú ert ein vingliskøltur, verður hann heldur ikki revsaður fyri hetta, tí tíðin er fjøltýdd, og fólk eru troytt av stillstøðu.
Soleðis kundi Javnaðarflokkurin vinna annað fólkatingsumboðið, og hvussu gjørdi so Sambandsflokkurin? Hann hevði tað lætt. Edmund Joensen seldi veljarunum danskar pengar og ríkisfelagsskap, og tað riggaði. Kaj Leo Johannsen fær meira og meira løn fyri at siga sovorðið sum, at arbeiðast má hart, og at nú er ikki stundin at stinga halan millum beinini. Hvørji boð hann hevur upp á framtíðina, avdúkar hann sjáldan, men ríkisfelagsskapurin og bankapakkarnir eru so tvey boð, hann viðhvørt nevnir. Tað riggar eisini. Og hví? Jú, tí fleiri vilja hava ríkisfelagsskap, sjálvandi. Men hetta er eisini fyrsta valið, síðan bæði Eik Banki og Faroe Seafood fóru á heysin. 11.000 partaeigarar sleikja síni sár eftir, at teir mistu nógvar pengar í Eik. Um hesi fólkini eisini vóru innskjótarar í Eik, skilja tey væl, hvat Kaj Leo Johannesen tosar um, tá hann tosar um bankapakkar, nevniliga pengarnar, sum tey ikki mistu.
Fólkaflokkurin setti seg uttan fyri samgonguna í vár, men stóð seg væl á fólkatingsvalinum, m.a. orsakað av, at Annika Olsen fær stóran stuðul, og at Jacob Vestergaard fær løn fyri sítt treiskni í sambandi við makrelsamráðingarnar. Eisini munnu veljarar flokkast um Fólkaflokkin, ið eru ímóti skerjingum í fiskidøgunum. Tjóðveldi var bleikt í valstríðnum. Førdi defensiva kampanju við at afturvísa fordómum ímóti flokkinum, reklameraði lítið og hevði ilt við at verja dupultmandatið á fólkatingi. Helst sótu mong tjóðveldisfólk heima, men undirtøkan á bygdunum tóktist at vera víkjandi, og Havnin sveik. Høgni Hoydal segði á Facebook eftir valið, at nú fór hann út í vindin at hugsa djúpt, og so fór hann at herja á aftur. Tað verður helst neyðugt, tí rákið er við sambandsvonginum, og Framsókn er á veg. Helst hugsa tey eisini djúpt í Javnaðarflokkinum, tí hvørja ferð flokkurin gongur nógv fram, kemst tað av, at onkur kemur uttanífrá og yvirtekur flokkin.