Helgi Abrahamsen
Eftir eitt langt hjúnalag í viðgongd og mótgongd, sigur ein maður við konu sína, at hann nú vil skiljast frá henni. Tó hevur hann tað hugskot, at konan skal gjalda honum pening tey næstu 15 árini, fyri at tryggja, at hann ikki verður fyri ?búskaparligum hóttafalli?.
Hetta heldur konan ikki vera nakað gott hugskot. Í fyrsta lagi, biður hon mannin um ikki at fara, men um hann kortini fer, so kann hann fáa pening frá henni í í mestalagi 4 ár.
Maðurin verður spinnandi illur av hesum og sigur, at hann hevur rætt til pening í 15 ár. Hann krevur tí at fáa grannan við í samráðingarnar teirra millum. Men konan noktar fyri hesum, tí hetta eru innanhýsis viðurskifti, sum tey sjálvi eiga at klára.
Olja sum pant
Nakrar dagar seinni sigur maðurin, at hann nú hevur eitt nýtt hugskot. Hann ætlar at seta pening í eina nýggja vinnugrein, og skuldi tað hent, at hetta gav avkast, kann konan fáa peningin aftur um eini 15 ár. Verður einki avkast, skal hann eiga peningin. Men aftur sigur konan nei. Tað verða 4 ár og einki annað.
Venda gongdini á høvdið
Nú hevur maðurin aftur funnið eitt nýtt hugskot. Hesaferð skjýtur hann upp, at hann skal flyta heimanifrá beinanvegin, men sjálvur hjúnaskilnaðurin skal ikki staðfestast fyrr enn ár 2012. Í hesi 11 árini skal hann kunna nýta hennara bankabøkur og hava atgongd til hennara ognir (tí formliga er hon jú framvegis kona hansara).
Men konan heldur fast við 4 ára skiftistíð við teirri grundgeving, at hetta í veruleikanum er hjúnarskilnaður frá fyrsta degi, hóast tað nú eitur nakað annað.
Maðurin sigur harafturímóti, at konan hevur misskilt tað heila, tí sjálvan hjúnaskilnaðin skal støða ikki takast til fyrr enn í 2012. Hann dylur tó ikki fyri, at hann eisini tá fer at halda fast við kravið um hjúnarskilna.
Tá tey nú ikki kunnu semjast, sigur maðurin, at líkamikið hvør veruleikin er, so ætlar hann at taka støðu út frá teirri fortreyt, at skiftistíðin verður 11 ár. Hann finst samstundis hvassliga at ?ræðuherferðini? hjá konuni, sum hevur til endamáls at ræða hann frá at fara.
Spurningurin er so:
- Hevur konan rætt í tí, at talan veruliga er um hjúnarskilnað frá fyrsta degi?
- Er konan órímilig, tí hon ikki vil gjalda manninum pening í 11 ár eftir at hann er farin heimanifrá?
- Eigur maðurin, eftir at hann er fluttur, at hava somu rættindi heima hjá konuni grundað á, at tey ikki eru skyld?
Hetta er í stuttum gongdin higartil í fullveldismálinum.