Loysn funnin á áralangari ósemju

- Samráðingarnar hava gingið væl og við góðum politiskum handalagi hava vit í dag skrivað undir nýggjan sáttmála, sum vit eru sera væl nøgd við, siga tey í Sands kommunu í dag

- Í tí Harrans ári 2017, segði táverandi bygdarráð sáttmálan upp við Strandfaraskip Landsins um legupláss til Sildberan og tilhoyrandi øki á bryggjuni. Fleiri royndir vórðu gjørdar at fáa nýggjan sáttmála, men uttan úrslit.

 

Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at eftir sáttmálaloysi í eini sjey ár, hevur bygdarráðið aftur verið í samráðingum við Strandfaraskip Landsins í eina tíð.

 

- Samráðingarnar hava gingið væl og við góðum politiskum handalagi hava vit í dag skrivað undir nýggjan sáttmála, sum vit eru sera væl nøgd við.

 

Á Facebook-vanganum verður sagt, at nýggi sáttmálin fevnir um legupláss til Sildberan og eitt øki á bryggjuni, har Sildberin liggur. Eisini er økið, har skúrarnir hjá SSL standa, við í avtaluni. 

 

Lagt verður aftrat, at sum nakað nýtt er avtala eisini gjørd um parkering á nýggja parkeringsøkinum, sum Sands kommuna hevur gjørt beint omanfyri havnarlagið, har 400 fermetrar eru fevndir av nýggja sáttmálanum, sum vit eisini fáa pengar fyri.

 

- Vit takka Strandfaraskipum Landsins fyri góðan vilja at fáa loysn á hesi áralongu ósemju, siga tey í Sands kommunu í dag.