Dánjal Højgaard
Ein serligur sáttmáli skal staðfesta, at føroysk er høvuðsmálið í Føroyum, eins og heimstýrislógin ásetur. Hetta skal tryggja, at Fólkatingið fær staðfest sáttmálan um minniluta- og landspartamál, sum Danmark longu hevur skrivað undir sum limur í Evroparáðnum.
Hetta er í stuttum niðurstøðan í eini semingsloysn, sum Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri týsdagin sendi Anfinni Kallsberg, løgmanni.
Í brævinum til løgmann slær uttanríkisráðharrin fast, at tað ikki ber til, at gera undantøk fyri ein part av danska kongaríkinum. Hetta hevði máa støðið undan evropeiska sáttmálanum, sum hevur til endamáls at verja minnilutamálini í Evropa.
Umframt at liva upp til sínar skyldur í Evroparáðnum er tað umráðandi fyri donsku stjórnina, at rættindini hjá týska minnilutanum verða viðurkend, skrivar uttanríkisráðharrin.
Danska loysnin
Helveg Petersen vissar løgmann um, at føroyska málið ikki lækkar í tign, eftir at tað er komið undir evropeiska sáttmálan. Føroysk verður framhaldi høvuðsmál í Føroyum, eins og heimastýrislógin fyriskrivar.
Tískil mælir uttanríkisráðharrin til, at ?der afgives en erklæring om det færøske sprogs stilling i henhold til hjemmestyreloven for Færøerne.? Í hesi fráboðan skal standa, at føroyskt er høvuðsmál í Føroyum.
Júst hvussu ein slík fráboðan skal gerast, sigur útspælið einki um. Men sambært Óla Breckmann, fólkatingsmanni er ikki óhugsandi at Løgtingið kemur uppí leikin.
Politiska viðgerð
- Uttanríkisráðharrin hevur givið okkum trygd fyri - og tað hevur forsætisráðharin váttað - at landsstýrið skal vera væl og virðiliga uppi í, áðrenn málið verður endaliga samtykt í Fólkatinginum.
- Hvussu tað verður gjørt veit eg ikki. Ein møguleiki tykist vera, at landsstýrið kemur beinleiðis inn sum samráðingarpartnari. Hin møguleikin er at landsstýrið leggur málið fyri løgtingið, samstundis sum tað verður viðgjørt í Danmark, sigur Óli Breckmann, sum sjálvur heldur at málið eigur at fáa politiska viðgerð í Løgtinginum.
Eftir 1. viðgerðin í Fólkatinginum fyrr í vikuni er málið um evropeiska sáttmálan beint í nevnd. Har eru so møguleikar fyri at gera tær broytingar, sum kunnu loysa málknútin millum Føroyar og Danmark.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá løgmanni áðrenn blaðið fór til pretingar. Føroysku fólkatingsmenninir hava ikki verið avvísandi fyri danska semingsuppskotinum.
Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður heldur, at Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður, gjørdi eitt mistak, tá hann í síni tíð ikki beindi málið í løgtingið.