Loysnin bíðar eftir Fiskimálaráðnum

Tummas Christhopersen, reiðari í Vestmanna, bíðar nú eftir svari úr Fiskimálaráðnum um loyvi at flyta fiskidagarnar, sum ísfiskatrolararnir Nornagestur og Kolumbus eiga, yvir á Nónhamar og Fjalshamar, sum avtala er gjørd um at keypa frá Kristian Martin Rasmussen og synum. Ætlandi skulu hesi bæði skipini saman við Safir og Smaragd, sum eisini eru við í keypsavaluni, verða partur av ráfiskagrundarlagnum undir Kósavirkinum

Kósavirkið

 

Tað er ikki einki samstarv millum JFK-samtakið í Klaksvík, sum Hanus Hansen stendur aftanfyri og Tummas Christhopersen, reiðara í Vestmanna.

JFK-samtakið eigur 10% í Miðalsbrekku í Vestmanna, sum eigur partrolararnar Vestmenning og Fram. Hini 90% eigur Tummas Christhophersen sjálvur.

 

Keypsavtala

Fyrr í ár keyptu Kristian Martin Rasmussen og synir teir fýra trolararnar, Safir, Smaragd, Nónhamar og Fjalshamar frá Føroya Banka.

Men hesi skipini áttu bara stívliga 400 fiskidagar tilsamans, og tað er ov lítið til øll skipini.

Tá Føroya Banki seldi Navaran og Borgaran til Hvalbiar, fylgdu fleiri fiskidagar við, enn skipini frammanundan áttu. Tí varð so lítið eftir til tey fýra skipini, ið bankin tá framvegis átti og seinni seldi Kristian Martini.

Sum part av endurreisnini av Kósini, hevur reiðarin í Vestmanna, sum saman við Dánjali Jacobsen eigur løgdu partrolararnar, Nornagest og Kolumbus, gjørt avtalu við Kristian Martin Rasmussen og synir um keyp av øllum fýra skipinum, Safis, Smaragd, Nónhamri og Fjalshamri.

Tað er P/F Vár í Vestmanna, sum eigur Nornagest og Kolumbus, og her eiga Tummas og Dánjal hvør síni 50%.

Avtalan, sum gjørd er við felagið í Klaksvík um keyp av teimum fýra skipunum, er tó treytað av, at dagarnir hjá Nornagesti og Kolumbussi kunnu flytast yvir á Nónhamar og Fjalshamar, sum síðan – og saman við Safir og Smaragd – ætlandi skulu leggja veiðina upp til Kósavirkið, tá tað kemur í gongd aftur.

 

Bíða eftir svari

Tummas Christhophersen, reiðari, sigur, at teir framvegis bíða eftir svari úr Fiskimálaráðnum um loyvi at flyta loyvini hjá Nornagesti og Kolumbussi yvir á Nónhamar og Fjalshamar.

- Vit halda okkum hava bíðað nóg leingi og vænta okkum svar hvønn einasta dag. Hinvegin munnu tey í Fiskimálaráðnum neyvan halda, at vit hava bíða leingi. Tað er so tað, leggur hann aftrat.

Tummas Christhophersen sigur, at Kristian Martin Rasmussen og synir vilja, at tey fýra skipini verða partur av ráfiskagrundarlagnum undir Kósavirkinum.

- Tað er eisini í hesum sambandi, at skipini verða keypt treytað av, at loyvini hjá Nornagesti og Kolumbussi kunnu flytast yvir á Fjalshamar og Nónhamar, sigur hann.