Hvat er píning?
Stutt sagt, er píning likamlig ella sálarlig líðing, sum ein ella fleiri persónar valda einum við vilja, regluliga og fyrilitarleyst.. Í ST sáttmálanum frá 1987 móti píning ella aðrari grimmligari, ómenniskjaligari ella vanæruligari viðferð ella revsing stendur í grein 1:
Píning er einhvør gerð, sum tilætlað valdir einum persóni ringa pínu ella líðing, antin likamaliga ella sálarliga, við tí endamáli
? at fáa fatur á upplýsingum frá persóninum sjálvum ella einum triðja persóni ella
? at fáa persónin til at viðganga seg sjálvan ella ein triðja persón sekan ella
? at revsa hann fyri eina gerð, sum hann sjálvur ella ein triði persónur hevur framt ella er undir illgruna fyri at hava framt ella
? at ræða ella noyða hann ella ein triðja persón ella
? av onkrari orsøk, grundað á mismun ella mannamun, tá ein slík pína verður elvd av ella eftir boðum frá einum alment settum ella einum persóni, sum virkar embætis vegna ella við samtykki ella játtan frá einum slíkum persóni.
Pína ella líðing, sum bert er náttúrlig ella tilvildarlig avleiðing av lógligum revsitiltøkum er ikki umfatað.
Endamálið við píning
Í okkara tíð er píning serliga eitt politiskt amboð, sum hjálpir valdsharrunum at varðveita eftirlitið og kanska eisini valdið. Vit vita í dag, at høvuðsendamálið við píning er at oyðileggja persónin, sum verður píndur, soleiðis at hann ongantíð verður hin sami aftur. Hetta síggja vit ferð eftir ferð á hjálpi- og viðgerðarstovnunum fyri tey, sum yvirliva píningina. Millum tey, ið yvirliva, eru fólk, sum á einhvønn hátt hava gjørt vart við seg í egnum landi. Tey hava ofta barst ímóti órættvísi og kúgan og fyri demokratiskum rættindum. Ella tey hava eina aðra politiska ella átrúnarliga áskoðan, enn hon, íð valdar.
Frágreiðingin hjá Amnesty international um píning
Sambært frágreiðingum frá Amnesty International og øðrum mannarættindafelagsskapum er píning nógv øktur seinastu árini. Alt fleiri lond nýta pínining, uttan mun til hvør stýriskipan er. Oftast fer hann fram í loyndum, og píningarhættirnir broytast, soleiðis, at tað ofta er torført beinleiðis at síggja avleiðingarnar og tí eisini at revsa tey seku. Amnesty International sigur í nýggju frágreiðingini, sum er grundað á upplýsingar úr 195 londum frá 1997 til mitt í ár 2000, at píning er farin fram í meira enn 150 londum, og í meira enn 80 londum er fólk deyð av viðferðini. Flestu fráboðanirnar eru um fólk, sum eru pínd av embætismonnum undir avhoyringum í varðhaldi. Orsøkin til píningina sigst vera at varðveita rættartrygdina. Tey píndu eru ofta fólk, sum hava brotið lógina ella eru undir illgruna fyri at hava brotið lógina. Ùr meira enn 70 londum eru fráboðanir um politiskar fangar, sum eru píndir. Tað eru bæði kvinnur og menn, ung og gomul.
Píningarhættir
Sambært frágreiðingini er vanligasti píningarhátturin buking, sum fráboðanir eru um úr meira enn 150 londum. Fólk eru sligin antin við berum nevum ella við ymiskum amboðum. Avleiðingarnar fyri offrini eru merkir og sár, innaru bløðingar, brotin bein, leysar tenn, oyðiløgd gøgn og stundum deyði.
Neyðtøka og kynslig misnýtsla er umfatandi, seliga av kvinnum og gentum. Aðrir vanligir pínagarhættir eru elektriskir stoytir (fráboðað úr meira enn 40 londum) sláing undir iljarnar (fráboðað úr meira enn 30 londum), kvaling (fráboðað úr meira enn 30 londum).
Fráboðanir eru eisini um fólk, har høvdið er hildið undir vatn, sum er dálkað av skarni og øðrum, til tey eru um at drukna, onnur, sum eru brend við sigarettum, ella bundin afturúr einum bili og dragsaði avstað. Fleiri eru ikki sloppin at sova í fleiri samdøgur. Onnur eru læst inni í ljóð- og ljóstøtt rúm og hava als onki samband havt við nakran persón í langa tíð, so tey missa dagaskil og áðrenn langt er fráliðið eisini skilið.
Hættirnir eru mangir, men alt fleiri leggja seg nú eftir at nýta amboð, sum hava við sær ógvuliga pínu, uttan sjónligar avleiðingar, og tí heldur ikki kunnu prógvast. Her kann nevnast stoytbeltið, sum verður nógv nýtt í USA. Tað er fjarstýrt og kann setast í gongd 100 metrar frá honum, ið hevur tað um. Tað gevur ein elektriskan stoyt uppá 50.000 volt, sum varir í 8 sekund. Fyrstu fáu sekundini viðførir tað lemjing og síðani ræðuliga pínu, sum spakuliga økist. Mangar fyritøkur hava lagt seg eftir at framleiða elektrisk píningaramboð. Amnesty International upplýsir, at meira enn 120 fyritøkur í 22 londum framleiða, marknaðarføra og selja elektrisk amboð, sum beinleiðis og einans eru konstrueraði til at pína fólk við.
Offrini
Øll kunnu gerast offur fyri píning, uttan mun til kyn, aldur, etniskan uppruna ella politiska áskoðan. Tey flestu, sum stjórnarembætismennirnir pína, eru tó lógbrótarar ella undir illgruna fyri lógarbrot. Tað góðtaka tey flestu eisini meira ella minni. Tað eru heldur ikki um tey tær flestu fráboðanirnar eru.
Píning hevur við sær diskriminatión. Tað er lættari hjá honum, sum pínir, at pína onkran, sum er minni virdur millum manna. Onkran úr einum vanvirdum sosialum, etniskum ella politiskum bólki.
Tað er heilt klárt samband millum rasismu og píning. T.d eru fleiri um ikki tey flestu, sum verða pínd av løgregluni bæði í USA og Europa svørt ella úr øðrum etniskum minnilutum. Kringum í Europa eru sigoynarar vanliga hildin at vera lógbrótarar og verða oftani bukaði.
Upprunafólk í USA hava verið offur fyri píning í marknatrætum. Í Australia doyggja ótrúliga nógv innfødd av ringari viðferð í fongslum.
Flóttar og fólk, ið flyta undan ófriði og hóttanum úr sínum egna landi fyri at leita sær friðskjól og arbeiði aðrastaðni, eru serliga hótt í so at siga øllum londum.
Píning og onnur vanærulig viðferð, grundað á kynsligan samleika, er ein heimsumfatandi trupulleiki. Meðan summi lond nokta seg sek í at pína samkynt, tvíkynt ella transvetittar, viðganga onnur, at tey gera tað samsvarandi lógum, morali og átrúnaði í landinum.
Børn
At vera barn ella ungur er ongin forðing fyri at verða píndur. Seinastu 3 árini eru frásagnir úr minst 50 londum, har stjórnarembætismenn pína børn ella fara illa við teimum
Børn í varðhaldi eru serliga í vanda fyri, at bæði løgreglumenn og aðrir fangar neyðtaka tey og misnýta tey kynsliga.
Børn, sum liva á gøtuni, liva av at bidda,stjala og lata seg kynsliga misnýta. Tey enda ofta í fongsli, og fleiri frásagnir eru um, at fólka gjalda fyri at fáa tey ruddaði av gøtuni sum annað órudd.
Í vapnaðum bardøgum verða børnini ofta álopin og dripin, tí at tey umboða framtíðina.
Mangar fráboðanir eru, serliga úr londum í Afrika, har børn verða tikin sum barnasoldátar.Í ár er m.a komin ein drúgv frágreiðing um barnasoldátar í Sierra Leone.
Kvinnur
Síðan 1997 hevur Amnesty International fingið fráboðanir úr meira enn 50 londum í øllum heimspørtum, har stjórnarembætismenn neyðtaka kvinnur og misnýta tær kynsliga. Allarhelst er hetta talið nógv hægri, tí misbrotini verða ofta ikki meldaði. Størsti parturin av flóttum eru kvinnur. Tær eru serliga í vanda í flóttarlegunum og við landamørkini. Fráboðanir eru um kvinnur, sum flýddu úr Eystur Timor til flóttalegur í Vestur Timor. Indonesiskir heryvirmenn noyddu tær at arbeiða sum skøkjur og hildu tær sum sextrælir. Ì Pakistan kann ein kvinna, sum er neyðtikin sjálv verða ákærd fyri hor, um hon ikki er før fyri at fáa 4 mannligar muslimar at vitna um, at hon ikki samtykti kynsliga samveru.
Endamálið við átakinum
Amnesty International heitir á øll lond í heiminum at vera við til at steðga píning. Víst verður til 12 greina yvirlýsingina móti píning, sum øll lond verða biðin um at halda. Undir heitinum: Tak eitt stig til at útrudda píning, verða vit øll, tú og eg, biðin um at gera okkara til at steðga píning.
Amnesty International heldur tað vera av avgerandi týdningi at steðga tí mismuni, sum verður gjørdur á fólki, soleiðis at øll hava rætt til somu rættartrygd og viðferð, uttan mun til hvønn húðalit tey hava, hvat kyn tey hava, ella hvørja politiska ella átrúnarliga áskoðan tey hava.
Amnesty International heitir eisini á allar stjórnir um at draga tey fyri rættin, sum eru sek í píning. Tað avskeplar samfelagið, um slíkar valdsgerðir ikki fáa avleiðingar. Tað forðar framhaldandi píning at revsa tey seku.