Luca skal avloysa Filip

Argjamenn fáa tilgongd úr Middelfart til seinnu hálvu, at avloysa fyri Filip í Liða

AB fær tilgongd til seinnu kappingarhálvu, boðar AB frá. Nýggi maðurin eitur Luca Ørsted Thorstensen. Hann er 20 ára gamal og kemur úr danska 2. divisiónsfelagnum, Middelfart.

 

- Talan er um ein arbeiðssaman, ídnan, miðvísan og skjótan vongleikara, sum nú kemur at styrkja um liðið. Partarnir hava undirskrivað sáttmála, ið er galdandi til kappingarenda í 2025, skrivar AB.

 

Orsøkin til at AB er úti og leitar eftir nýggjum spælara er, at ein av profilunum í felagnum, Filip í Liða, flytur av landinum í lestrarørindum.

 

- Ein av profilunum á AB-liðnum í ár, okkara egni Filip í Liða, flytur niður til Danmarkar í lestrarørindum í august, og tí metir felagið tað vera neyðugt at heinta útlendskan spælara, sum kann styrkja um kappingarførið í hópinum samstundis sum, at vit missa ein av okkara avgjørdu profilum, skrivar AB.

 

Luca Ørsted Thorstensen er uppvaksin í AC Horsens, har hann spældi nógv á U19-liðnum. Seinasta árið hevur hann verið í Middelfart, har hann hevur verið fastur partur av bestaliðshópinum, men har er tað ikki blivið til so øgiliga nógva spælitíð. Besta liðið hjá Middelfart endaði nummar 4 í 2. división og var átta stig frá uppflyting til 1. división.

 

Nýggi danin kemur til landið umleið hálvan juli, og væntandi verður hansara fyrsti dystur fyri AB ímóti B71. Eiin dystur sum verður á Tórsvølli á ólavsøku.

 

# LiðDVJTMFMMStig
1 B361686236221430
2 FC Suðuroy1686235231230
3 Víkingur1692534221229
4 AB1675432141826
5 TB1667325151025
6 B71156362120121
7 NSÍ165652325-221
8 154381628-1215
9 FC Hoyvík1623111137-269
10 HB1623111845-279