Lucas skaddur restina av kappingarárinum

Liverpool miðvallarin spælir ikki aftur hetta kappingarárið. Lucas Leiva mátti av vøllinum í Carling Cup dystinum móti Chelsea við skaða í knænum. Liverpool boðar í dag frá, at Lucas skal undir skurð og verður ikki tøkur aftur fyribils.

 

Mangan hevur Lucas Leiva elvt til heitt kjak millum fótbóltsáhugaði. Torføra byrjanin í Liverpool gjørdi at brasiliumaðurin fekk ilt orð á seg. Nú er hann av týdningarmiklastu leikarunum hjá Liverpool.

 

24-ára gamli Lucas Leiva fekk týskvøldið ein skaða í knæið, tá Liverpool vann 2-0 á Chelsea í Carling Cup fjórðingsfinaluni. Í dag er so greitt, at talan er um álvarsaman skaða, sum merkir at miðvallarin ikki verður at síggja í reyðu troyggini aftur hetta kappingarárið.

 

Mett verður at Liverpool í januar fer at leita sær eftir einum avloysara. Felagið er longu sett í samband við 31-ára gamla Barcelona miðvallaran, Seydou Keita. Liverpool hevur eisini hálað miðvallaran, Jonjo Shelvey, aftur til felagið. Hann hevur verið útleigaður til Blackpool.

 

Lucas Leiva er annars tann leikarin, ið hevur gjørt flest taklingar í Premier League í ár.