Luciukonsertin í Norðurlandahúsinum


 

JÓL

Tíðindaskriv


Hóskvøldið 13. desember kl. 19.00 verður árliga Luciukonsertin í Norðurlandahúsinum, og eru tað næmingar frá Tórshavnar Musikkskúla og kórið Ung Stjørnuskot, sum fara at verða við á konsertini.

Umframt felagssang og Luciugongd verður eisini krubbuspæl á skánni.

Umframt Tórshavnar Musikkskúla og Norðurlandahúsið eru tað tær báðar Sigrið Sivertsen og Angela Petersen, sum leggja sjálvt Luciutiltakið til rættis.

Atgongumerkir til Lusiukonsertna eru at fáa í Norðurlandahúsinum.