Tað verður bara ein HB maður á ovara vølli í Gundadali í morgin. Regin Vágadal skal kappast við aðrar um, hvør er sterkasti risin her á leið, og tað hevur við sær, at landskappingardysturin millum HB og NSÍ er útsettur til mánakvøldið. Tað hevur Ion Geolgau, venjarin hjá HB, einki ímóti:
? Tað er kærkomið hjá spælarunum at fáa meiri enn eitt samdøgur eyka at hvíla seg í eftir stríðið í Klaksvík. Men vit kunnu eisini siga, at tað fer at bíta seg sjálvan í halan, tí vit skulu spæla aftur hvítusunnuaftan og 2. hvítusunnudag.
Ion Geolgau hevur sama fólkið tøkt, sum hann hevði í Klaksvík. Tá spældi Andrew av Fløtum bara síðstu 35 minuttirnar (kom inn fyri Bárð Mortansson), men tað kann væl vera, at álopsmaðurin, sum hevur havt eitt sindur av trupulleikum við beininum, verður við frá fyrsta bríksli í ovurmorgin.
Ikki upp í luftina
Trygvi Mortensen, nýggi venjarin hjá NSÍ, var í Klaksvík hósdagin. Har fekk hann staðfest, at eingin koppar HB við at senda høgar bóltar inn í brotsteigin:
? Hans Fróði Hansen og Hans á Lag eru stórir og sterkir, og tá teir eru tveir móti einum hava teir ongar trupulleikar í luftspælinum. Men hetta vita vit av, og so er setningurin at spæla flatt innfyri málið, og tað fari eg at biðja mínar spælarar royna. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at eydnast.
NSÍ spældi væl móti HB í Gundadali í fjør. Teir javnaðu til 1-1, og tað lá í luftini, at teir skuldu fáa í minsta lagi eitt stig, men teir vóru ov kátir eftir útjavnandi málið, og so slóg HB til aftur.
Í NSÍ eru teir so hampuligir, at teir enn einki gult kort hava fingið í landskappingini. Onkrir spælarar hava smáskaðar at dragast við, t.d. Helgi L. Petersen, sum ikki hevur vant við fullari ferð, men tað verður roknað við, at hann verður klárur. Ian Højgaard kom inn móti B71, og hann verður í hópinum, men í gjár fingu vit ikki at vita, um hann verður millum teir fyrstu ellivu.