Luis Enrique verður spanskur landsliðsvenjari

Luis Enrique hevur góð úrslit at vísa á sum venjari. Hann skoraði tvær ferðir ímóti Føroyum sum landsliðsspælari

Fyrr í dag kunngjørdi spanska fótbóltssambandið, at fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá FC Barcelona, Luis Enrique tekur við starvinum sum spanskur landsliðsvenjari.

 

48 ára gamli Luis Enrique spældi í sínari tíð 62 landdystir fyri Spania. Í hesum 62 landsdystunum skoraða Luis Enrique 12 mál. 

 

Luis Enrique var høvuðsvenjari hjá FC Barcelona, árini 2014 til 2017. Tá eydnaðist tað Luis Enrique at vinna La Liga tvær ferðir, steypakappingina tríggjar ferðir og Champions League eina ferð.

 

Áðrenn Luis Enrique vandi FC Barcelona var hann venjari hjá Celta Vigo og italska felagnum, AS Roma.

 

Sum spælari spældi Luis Enrique fimm kappingarár við Real Madrid og átta kappingarár við FC Barcelona. 

 

Luis Enrique skoraði tað eina málið tá Spania í einum HM-undankappingardysti 4. september í 1996 vann 6-2 á Føroyum á Svangaskarði. Luis Enrique skoraði eisini tað eina málið tá Spania í returdystinum 11. oktober í 1997 vann 3-1 á Føroyum í Gijon.

 

HER síggjast hæddarpunktini frá dystinum á Svangaskarði í 1996.