Lukasjenko sigur seg stilla uppaftur á forsetavalinum

Eftir valið í 2020, tá Aleksandr Lukasjenko seinast varð afturvaldur, vóru stór mótmæli í Hvítarusslandi, tí illgruni var um valsvik.

Forsetin og einaræðisharrin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, sigur, at hann fer at stilla uppaftur á forsetavalinum í landinum næsta ár.

 

Tað veit Reuters at siga, og tíðindastovan endurgevur russisku tíðindastovuna, Tass.

 

Lukasjenko hevur verið forseti í Hvítarusslandi síðan 1994, sum merkir, at hann er millum teir forsetar í Evropa, sum hevur sitið longst.

 

Eftir forsetavalið í 2020, tá Aleksandr Lukasjenko seinast varð afturvaldur, vóru stór mótmæli í Hvítarusslandi, tí illgruni var um valsvik.

 

Forsetin, sum eisini verður róptur seinasti einaræðisharri í Evropa, verður lagdur undir at kúga andstøðu, miðlar og mannarættindi í landinum.

 

Aleksandr Lukasjenko hevur tøtt bond til russiska forsetan, Vladimir Putin.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Teir hava fleiri ting til felags, Aleksandr Lukasjenko og Vladimir Putin.