Í annaðkvøld skal B36 spæla returdystin móti maltesiska Valletta FC , ið vann 1-0. Ársins spælari farna kappingarár, Lukasz Cieslewicz, hevur verið darvaður av skaðum í ár, og tað sæst aftur í málskjótingini.
Hann byrjaði inni í stórdystinum móti KÍ í landskappingini, men hevði trupulleikar. Nú er líkt til, at hann er komin fyri seg og verður við frá byrjan, tá bríkslað verður í gongd í annaðkvøld klokkan 18.
- Eg eri til reiðar at spæla. Eg var kanska ov skjótur í gongd fyrr ferðina, men nú eri eg til reiðar, sigur Lukasz Cieslewicz, ið bleiv skiftur inn í fyrra dystinum á Malta.
Lukasz byrjar
Eyðun Klakstein, venjari hjá B36, vil ikki avdúka liðið enn, men ásannar at tað ikki verða nógvar broytingar, men at Lukasz Cieslewicz hevur meldað seg kláran.
- Tað hava verið ivamál um eitt ella tvey pláss, so tað verða ikki nógvar broytingar á liðnum. Lukasz Cieslewicz er avgjørt ein av teimum broytingunum við hugsa um, sigur Eyðun Klakstein.
Eftir venjingini at døma, so verður Lukasz Cieslewicz við frá byrjan, meðan Gestur B. Dam dettur út á bonkinum í mun til dystin á Malta.
In.fo gitar: Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Hørður Askham, Andrias H. Eriksen, Høgni Eysturoy – Odmar Færø, Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslewicz – Hanus Thorleifsson, Alex Mellemgaard og Jákup á Borg
Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 18 í morgin. Rás2 byrjar at senda eftir tíðindini klokkan 17 við upptakt.