Lukasz heldur fram á Toftum

B68 og Cieslewicz hava skrivað undir trý ára sáttmála

Lukasz Cieslewicz og Ian Jacobsen fyri B68

Tá ið tað síðsta heyst var greitt, at B68 var flutt upp í bestu deildina, varð sáttmáli undirskrivaður við Lukasz Cieslewicz, sum bant seg til at spæla fótbólt í B68 í 2021 og at vera ungdómsvenjari í felagnum.

 

Lukasz Cieslewicz hevur víst seg at vera fongur á Svangaskarði, og nú er nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum B68 og Lukasz Cieslewicz.

 

Tofta Ítróttarfelag veit at siga, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Lukasz Cieslewicz, sum ber við sær, at Lukasz Cieslewicz fer at eiga heimavøll á Svangaskarði fram til og við 2024.

 

33 ára gamli Lukasz Cieslewicz hevur verið í Føroyum síðani 2011. Fram til 2019 umboðaði hann B36, í fjør var hann í Víkingi, og nú er hann í B68.

 

Faroesoccer.com veit at siga, at framrættaði pólverski spælarin hevur spælt 234 dystir í bestu landskappingini og skorað 80 mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 19 dystir og skorað seks mál, fýra stórsteypadystir og 18 dystir í europeisku kappingunum, har hann hevur skorað fýra mál.

 

Lukasz Cieslewicz og Ian Jacobsen fyri B68