Lula vil royna semju

Forsetin í Brasil, Lula da Silva, sigur seg vera til reiðar at royna seg sum semingsmann í trætuni millum Venesuela og Kolombia.

Lula segði í gjár, at hann fer ti tey bæði londini í næstu viku.

Í Venesuela skal hann hitta Hugo Chávez, foseta, og í Kolombia skal hann hava fund við fráfarandi forsetan, Alvaro Uribe, og komandi forsetan, Juan Manuel Santos.

Brasilski forsetin segði við tíðindafólk í gjár, at tað er umráðandi fyri alt Suðuramerika at fáa semju millum Venesuela og Kolombia, og at hann hevur vónir um at loysa trætuna.

Stjórnin í Kolombia vil vera við, at Venesuela loyvir kolombiskum uppreistrarmonnum at hava støðir í Venesuela. Tað hevur Venesuela avsannað.