- Eg havi í hvussu er lært eitt: Alt, sum hevur við kekkar gjøgnum internetið at gera, er falskt.
Hetta sigur ein 23 ára gamal maður, sum er komin illa fyri fíggjarliga. Eitt tilboð, sum hann fekk á MySpace, ljóðaði so lokkandi, at hann kundi ikki lata vera við at svara. Hevði tilboðið verið veruligt, hevði hann sloppið av við sína leysaskuld, og tað var hetta, sum fekk hann at svara. Men soleiðis gekk ikki. Skuld hansara er økt við 80.000 krónum, hann eigur hvørki hús ella bil, og oman á alt hevur hann einki arbeiði longur.
Maðurin, sum vil vera ónevndur, ásannar nú, at hann var í so góðtrúgvin. Vinmenn hansara bóðu hann eisini lata vera við at svara, men hann dugdi ikki at síggja nakran vanda í tí. Hann kannaði eisini á netinum, at fyritøkan, sum vendi sær til hansara, var til. Eisini ringdi hann, og ein kvinna svaraði. Verkætlanin gekk út uppá, at nøkur fólk skuldu koma til Føroya at gera lýsingar fyri Blackberry.
Sá rætt út
Hann gav teimum navn sítt, stjórin ringdi aftur til hansara, og tí helt hann ikki, at hetta kundi verið falskt.
- Eg havi lisið nógv um svik á internetinum, og hetta líktist ikki nøkrum av tí, sigur svikaði maðurin.
Vekslaði kekkarnar
Hann fekk sendandi ein kekk áljóðani 4.000 evrur. Peningin skuldi hann veksla og senda til eina fyritøku í Englandi. Peningurin skuldi brúkast til flogferð og gistingarhús í Føroyum.
- Tá átti onkur klokka hjá mær havt ringt, tí hví kundu tey ikki sjálv senda peningin til teirra? hugsar maðurin í dag. Men hann fór so í bankan við kekkinum og sendi peningin til Englands.
- Tað var ikki í mínum tonkum, at kekkurin var falskur. Tað gingu nakrir dagar, og so fekk hann ein kekk áljóðandi 15.500 evrur, men so stóran kekk vildi bankin ikki innloysa. Hetta fekk avsendarin at vita, og hann sendi manninum í Føroyum ein kekkaljóðandi 8.500 evrur.
Bankin tók ímóti hesum kekki, og peningurin fór eisini hesa ferð til Englands. Fólkini søgdu við mannin, at teir komu til Føroya miðjan februar.
Falskir kekkar
- Ein dagin, eg var til arbeiðis, ringir bankin og boðar mær frá, at báðir kekkarnir vóru falskir. Tann fyrri kekkurin var í hvussu er falskur, og bankin helt tað mundi vera galdandi fyri hin eisini, tí undirskriftin var tann sama. Fyri ómakin at hjálpa teimum, sum vístu seg at vera svikarar, skuldi maðurin eiga 20 prosent av upphæddini. Tann peningin brúkti hann ikki, og bankin hevur fingið peningin.
Maðurin hevur tosað við bankan, sum hevur sagt, at maðurin hevur ábyrgdina og má sjálvur gjalda peningin aftur. Við tað at hann hevur goldið inn tað, sum skuldi verið vinningur hansara eru umleið 80.000 krónur eftir at gjalda. Tað ætlar bankin at gera um til eitt lán. Hann er í dýrastu neyð, tí hann veit ikki, hvussu hann skal sleppa burtur úr skuldini.
- Eg havi onga trygd at veita fyri nøkrum láni, eigi hvørki hús ella bil, og oman á tað havi eg mist arbeiði, sigur maðurin.
Málið er meldað til løgregluna. Maðurin ger eina roynd aftrat at fáa bankan at vísa forstáilsi. Hann skal fyrsta dagin á fund við bankan og ætlar sær tá at hava foreldrini við.