Lutakast verður í kvøld

Nú skal greiða fáast á hvør skal hittast í kappingini um Løgmanssteypið.

Í kvøld verður lutakast um hvussu spælast skal í kappingini um Løgmanssteypið. Hetta verður í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya.


Innleiðandi umfar fyri lið úr lægru deildunum verður spælt 28. mars, meðan 1. umfar verður spælt 6. apríl.


Fjórðingsfinalur verða leiktar 22. apríl, fyrra hálvfinala 21. mei og tær seinnu 3. juni. Steypafinalan verður 29. august.