Tveir unglingar, nú 19 og 20 ára gamlir, stóðu í Føroya Rætti ákærdir fyri tann 9. mai í fjør at hava tveitt eina molotov-líknandi brandbumbu inn á altanin á einum sethúsum í Havn.
Ákæran ljóðaði upp á at teir báðir við vilja ella »ved grov kådhed« at hava sett menniskjalív í váða við at hava tveitt eina molotov brandbumbu upp á altanina hjá einum tilkomnum pari í Havn.
Hartil var hin eldri ákærdur fyri at hava brotið ferðslulógina við 25. januar 2008 av hava stolið bilin hjá mammu síni og hareftir at hava koyrt útav uppi á Oyggjarvegnum. Og í triðja føri var hann ákærdur fyri í einum tíðarskeiði at hava virka sum heari fyri stolnum fartelefonum.
Fyrst gav hin eldri ákærdi vitnisfrágreiðing. Hann váttaði, at hann saman við hinum ákærda hevði hildið ball heima hjá sær. Hann segði seg ikki minnast, hvør ella hvørji onnur vóru til staðar hetta hóskvøldið 8. mai 2008.
Einaferð út á kvøldið hevði mamma at hesum ákærda koyrt ungdómarar út, tí hon skuldi til songar, og síðani kom fram, at eftir eina løtu úti í túni kom ein granni út og beyð teimum innar til sín at ballast víðari. Hví hesin grannin hevði gjørt tað, visti ákærdi ikki.
Stakk seg upp
Hvat síðani hendi hetta kvøldið segði bæði 20 ára gamli ákærdi og 19 ára gamli seg ikki minnast serliga nógv til. Annaðleiðis betri hevði minnið verið dagin eftir – ella rættari seinni sama dag – tí tá teir vóru til avhoyringar út á fyrrapartin og inn í seinnapartin, kundu teir í rættiligum smálutum greiða frá, hvat teir høvdu gjørt.
20 ára gamli greiddi frá, at eftir at teir høvdu verið úti í býnum og keypt eitthvørt, millum annað ein høsnarunga, sum teir høvdu tikið heim við til grannan, er prátið komið inn á grannan í Jansstovugøtu 4, og hvussu hesin ofta og títt var eftir 20 ára gamla fyri at larma illa, tá hann ballaðist. Nakað, sum hann eftir øllum at døma gjørdi rættiliga nógv av.
Einki hevði tó verið teirra millum hetta kvøldið, men sambært politirapportini greiddu teir báðir frá 9. mai í avhoyring, at teir vóru farnir inn í kjallaran hjá 20 ára gamla, og har høvdu teir leitað fram ein dunk av terpentin, sum teir heltu yvir í eina glasfløsku – heilt nágreiniliga eina Cocio sjokolátafløsku.
Síðani høvdu teir stappað samansnarað avíspappír niður í hálsin, so langt niður, at tað rakk niður til terpentinið.
Eftir hetta vóru teir farnir út um aftur, og síðani hevði hin 20 ára gamli fest eld í papírið, meðan hin yngri hevði kastað fløskuna, sum rakti inn á altanin í Jansstovgøtu 4. Teir tóku síðani til beins og endaðu inni aftur hjá grannanum.
Til alla lukku vaknaði konan í húsunum av ódefineraða ganginum og fór upp, og tá varnaðist hon eldin úti á altanuni. Hon fekk vakt mannin, sum síðani fekk sløkt eldin við »trimum ella fýra spannum av vatni«, sum han segði í rættinum.
Prosedururnar útsettar
Alt hetta kom fram í politirapportini, soleiðis sum teir báðir høvdu gjøgnumlisið og undirskrivað 9. mai 2008. Aftur hin 10. desember sama ár vóru báðir inni aftur til nýggjar avhoyringar, men hvørgan teirra høvdu nakað at leggja aftrat, men vístu teir báðir til upprunaligu politirapportina.
Seinastu 11 mánaðirnar er minnið hjá teimum báðum tó farið mestsum heilt fyri bakka, og hvørgan teirra søgdu seg minnast nakað sum helst frá sjálvari hendingini.
Tann eldri dugir nú ikki at siga, hvør hevði gjørt sonevnda molotov cocktailin, og hann kundi tí bert játta seg sekan í at hava verið við til at tveitt eina fløsku við løgi av onkrum slagi í.
Hin yngri segði seg einki annað minnast frá vitjanini í kjallaranum uttan tað, at hann hevði drukkið eina øl inni har. Tað næsta hann veit er, at hann stendur við einari fløsku í hondini, og tá hann varnast ein loga, tveitur hann fløskuna frá sær, sum so ólukkiligvís endar á altanini hjá órættaðu.
Í politirapportini kom fram, at teir báðir bert høvdu viljað rætt grannan við at tveita molotov cocktailin í túnið.
At teir báðir so eftir hendingina ta náttina høvdu borið á munni, at um nakar spurdi, skuldu tey inniverandi siga, at teir høvdu verið har alla tíðina, so var hetta ikki fyri at skava út yvir tað, teir høvdu gjørt.
Fýra vitnir vóru førd í sambandi við hesa hendingina, teir báðir ákærdu og síðani maðurin og konan, sum vórðu órættað. Eitt fimta vitni greiddi frá tí, hon visti um ferðsluóhappið.
Av tí at rættarmálið dró so langt út varð avrátt, at taka niðurleggja rættarfundin og taka hann upp aftur seinni, tá prosedururnar koma fyri.