Rolf Guttesen
?????????????
Sjónvarpið segði 1. juni í "Degi og viku" frá, at Landsstýrið hevði fingið vitjan av umboðum úr Hetlandi, Orknoyum og Hebridunum. Hoyrdi eg rætt, so var sagt at »teir fýra landsráðsfor-menninir úr hesum bretsku hjálondunum hava havt fund við Løgmann«.
Hesar oyggjar eru ikki bretsk hjálond.
Hvat ið tíðindamaðurin hevur hugsað, tá stubbin bleiv skrivaður, veit eg ikki. Kanska tað, at hesir oyggjabólkar fyri sunnan ikki hava sama sjálvstýri sum Føroyar, og ikki eins og Føroyar hava ein vissan rætt til at gera millumlanda avtalur. Hetta vísir bara, hvussu góðar møguleikar og víttgangandi rættindir Føroyar hava í Ríkisfelagsskapinum, sum onnur kanska misunna okkum.
Kanska vísir tað eisini, at føroyska orðið »hjáland« er misvísandi, tí tað kann og verður brúkt um líkt og ólíkt. Koloniir, protektoratir, skattlond, ?bi-lond? ella hjálond. Sakin er, at orðið hjáland er ein umseting av tí danska ella norska ?biland?. Einaferð vóru Føroyar og Ísland roknað sum ?bilande?, meðan Grønland og Vestindisku oyggjar-nar vóru koloniir.
Hetland, Orknoyar og Hebridurnar eru partar (districts) av Skotlandi, sum gjøgnum kongafelagsskap síðan 1707 er sameint við England. Tí nevnist landið: »United Kingdom of Great Britain and Northern Ireland«. Great Britain ella Stóra Bretland er navn á oynni, sum umfatar Skotland, England og Wales.
Eftir sum »Bretland« eisini umfatar Skotland, og nevndu oyggjar og fleiri aðrar eru partar av Skotlandi, ber ikki til at nevna tær koloniir ella hjálond. Ja, um ikki eitt privat-politiskt ynski verður lagt í orðingina. Men tað kann ikki verða uppgávan hjá einum frásøgumanni í sjónvarpinum.