Elinnleggjarafelagið El-net hevur júst keypt eina mannskapslyftu frá KJ-Hydraulik. Talan er um ein Nissan Capstar bil við einum Bison-Palfinger krana, sum er einastandandi á tann hátt, at hann gevur eina arbeiðshædd uppá yvir 20 metrar, og hóast vælútgjørdur, so tørvar føraranum bara vanligt koyrikort at koyra hann. Lyftan virkar soleiðis, at bummurin verður skotin út - hann verður altso ikki lagdur saman, sum ofta sæst við slíkum lyftum. Haraftrat er hann soleiðis gjørdur, at allar funksjónirnar kunnu virka samstundis, óbundnar hvør av øðrum.
El-net er eitt elinnleggjarafelag við deildum í Havn og í Vestmanna við 12 elektrikarum á lønarlistanum. Felagið hevur úr at gera við elinnlegging, bæði í sethúsum, skrivstovubygningum og skipum. Ein partur av arbeiðnum umfatar m.a. røkt og viðlíkahald av gøtuljósum, sum felagið hevur avtalu við nakrar kommunur um, umframt at felagið eisini tekur sær av fasaduljósum, ljósskeltum og antennum.
Bernhard Petersen, stjóri í felagnum, sigur, at seinastu nevndu arbeiði eru vorðin fleiri í tali seinastu tíðina, og tí varð avgjørt at keypa eina mannskapslyftu. Hesin bilurin nøktar allan tørvin og væl aftrat og er einastandandi lættur at arbeiða við, sigur hann. Ein Capstar, soleiðis útgjørdur sum hesin, fæst fyri slaka hálva miljón frá KJ-Hydraulik.