Ein hátrýstsryggur fer spakuliga í ein landnyrðing burtur frá Føroyum og mikudagin og seinni í vikuni koma brúgvaløg við regni, vindi og lýggjari veðri inn yvir Føroyar av suðri.
Týsdagin øtlar hann vindin av landsynningi upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Turt og yvirhøvur sólglottar, men seinnapartin meiri skýggjað av útsynningi. Hitin millum 3 og 7 stig. Um kvøldið og náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Turt, men skýggjað og hitin millum 5 og 8 stig.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul av landsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn av suðri, og hitin millum 6 og 9 stig. Um kvøldið og náttina veðrur lot til andøvsgul av útsynningi og landsynningi, 2 til 7 m/s. Sum frá líður verður aftur turt, men enn skýggjað og hitin millum 3 og 7 stig.
Hósdagin øtlar hann vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av suðri og hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Tað klárar í, tó okkurt ælið og hitin millum 5 og 8 stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Sum frá líður skýggjað av suðri og kanska regn út á náttina og hitin millum 2 og 7 stig.
Leygardagin snarar hann vindin í ein sunnan og øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men um náttina sum frá líður turt. Hitin millum 7 og 10 stig.
Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 m/s, seinni mest av norðri. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 2 og 7 stig.