Ebbedinna Jacobsen, Kollafirði
Jesus segði:
Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan! Matteus 7,15.
Varðið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegin vilja ganga í síðum klæðum og verða heilsaðir á torgunum... Mark 12,38
Jesus nýtir hetta líknilsið um tey síðu seyðaklæðini, tí Hann var jødi og visti, at seyðurin í Ísrael hevur so síða ull, at tá ið hann gongur, traðkar hann næstan í ullina. Hann kendi væl øll viðurskifti, og tí nýtti Hann hetta líknilsi um høvuðsprestarnar og fariseararnar, sum gingu í síðum klæðum og fingu Jesus dømdan til deyða við sviki.
Einaferð verður alt uppklárað - eisini tað svikið! Tá verður løn eftir dygd givin! Hon kemur eisini einaferð til teirra ella tey, bæði til hana og hansara, sum nærum traðka í prestakjólan!
Tí Eg sigi tykkum: Er rættvísi tykkara ikki mætari enn rættvísi hinna skriftlærdu og Farisearanna, koma tit als ikki inn í ríki Himmiríkis. Matt. 5,20
Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: Harri, Harri! skal koma inn í ríki Himmiríkis nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli. Matt. 7,21
Men náði er fyri øll, so leingi lív er. Jesus vil frelsa øll, so leingi, sum vón er. Men deyðin ger skilnað. Tá verður ov seint!