Grafiska vinnan stórtrívist í høvuðsstaðnum. Nógv virki og fólk starvast innan hesa vinnu, og útbúgvin fólk hava ongar trupulleikar við at fáa starv.
Tað hevði heldur ikki verið nakar trupulleiki hjá Jastrid og Gunvu at farið til arbeiðis í Havn, men tær hava valt at fara aftur til heimstaðin og gera sítt egna virki, sum tær kalla Vasti.
Jastrid er útbúgvin grafiskur designari, og Gunvá er grafikari og hevur eisini tikið útbúgving innan leiðslu og fíggjarstýring.
? Tað ber væl til at hava eitt slíkt virki í Klaksvík, hóast mesta virksemið innan hesa vinnuna higartil hevur verið í Havn. Gert tú eitt gott arbeiði, so fært tú eisini nógvar uppgávur, sigur Jastrid Gullaksen, sum hevur arbeitt sum grafiskur designari í Klaksvík í fleiri ár.
Samskifti um netið
Gunvá við Keldu hevur starvast nógv á bløðunum í Havn, men nú er hon flutt til Klaksvíkar at arbeiða.
? Tað kann eisini verða ein fyrimunur, at okkara virki liggur uttan fyri Havnina. Vit eru ikki í sama umhvørvi, og tað kann koma okkurt gott burturúr tí, heldur Gunvá.
Jastrid Gullaksen hevur havt Grafiskt Design í fleiri ár, og tað heldur Gunvá hevur verið við at bróta upp úr nýggjum. Nú fara tær saman um nýtt virki, og viðskiftafólk hava tey kring alt landið.
? Tað er eingin trupulleiki at arbeiða í Klaksvík, hóast tú hevur kundar í Havn ella í Eysturoynni. Tað ber til at samskifta umvegis netið, og tað verður nógv brúkt, sigur Jastrid.
? Tá tú ert komin at kenna tínar kundar, og teir hava fingið álit á tær, so ber tað vil til at samstarva fyri tað um annar er í Havn og hin í Klaksvík, sigur hon.
Broyting hend í Klaksvík
Vasti hevur móttøku fríggjadagin, men tær hava verið í gongd síðani 1. apríl, og nógv er at gera. Norðoyastevnan skapar eisini ein ávísan tørv.
? Tað eru nógvar smáar uppgávur her í Klaksvík áðrenn norðoyastevnuna. Handlar og fyritøkur skulu hava ymiskt klárt til stevnuna, og tað hjálpa vit so teimum við, sigur Gunvá.
Síðani Jastrid Gullaksen fór undir sítt virki í Klaksvík er nógv broytt.
? Tað tykist sum fleiri og fleiri fyritøkur vilja gera meiri burtur úr sær sjálvum við faldarum, lýsingum og øðrum. Bara síðani eg byjaði, er ein stór broyting hend í Klaksvík, sigur Jastrid.
Og so er tað tann upplagdi spurningur. Hvat merkir Vasti?
Og svarið er, at Vasti merkir vakurleiki, og navnið er eisini eitt spæl við bókstavunum í nøvnunum hjá Gunvu og Jastrid.