Adeshina Lawal skiftir til ÍF. Alt bendir á, at skiftið er longu komið upp á pláss og at sáttmálin er undirskrivaður, men at partarnir ikki vilja kunngera skiftið enn. Millum annað tí at B36 er mitt í einum FM stríðið.
Sosialurin visti longu 1. september at siga, at Adeshina Lawal er ein umbiðin harri í føroyskum fótbólti. Hann hevur verið upp á tal til KÍ og ÍF. Seinatu dagarnar hevur søgan um, at Adeshina Lawal skiftir til ÍF fingið bein at ganga á.
Les eisini: Kríggja millum B36 og KÍ
Norðlýsið hevur í dag samrøðu við umboðsmannin hjá Adeshina Lawal. Hann sigur við Norðlýsið, at tað eru fleiri um boðið eftir framherjanum úr Nigeria. Anfinn Gaard sigur, at tað eru fýra fekøg, sum hava áhuga í at gera sáttmála við Adeshina Lawal og at B36 er eitt av teimum.
Les eisini: Adeshina Lawal til ÍF (www.nordlysid.fo)
Sum in.fo skilir støðuna, so hevur B36 uppgivið at fáa Adeshina Lawal at halda fram, og at hann longu hevur gjørt sáttmála við ÍF fyri komandi kappingarár.
B36 kann um vikuskiftið vinna FM-heitið, sum teir vinna og HB setur stig til á Argjum.