Í gjárkvøldið varð 3. umfarið í Singer/Songwriter kappingini á Kafe Kaspar avgjørt.
Vinnarin av 3. umfari í singer/songwriter kappingini á Kafe Kaspar gjørdist Lyon Hansen. Dómarnir, Sunneva H. Eysturstein, Heri Reynheim og Petur Pólson høvdu enn einaferð eitt trupult val, tí fleiri potentiali vóru. Men endaliga avgerðin var einmælt. Tann framførslan, sum stóð sterkast, tá samanum kom, var orginal, rúnarbindandi og karismatisk. Hon rakk langt út um pallin og megnaði at súgva áhoyraran til sín. Framførslan var kul, sterk og óvanliga tilvitað.
Lyon er 22 ára gamal, ættaður frá Gøtugjógv, hevur spælt gittar síðan hann var 14 ára gamal, hevur seinastu tvey árini skrivað løg og sungið. Lyon var við í Sementkappingini, har hann gjørdist nummar trý. Lyon verður aftur at síggja og hoyra á Kafe Kaspar 8. mai, tá finalan verður.
Fjórða og síðsta umfarið av singer/songwriter kappingini verður leygarkvøldið 1. mai kl. 22 á Kafe Kaspar.