- Tað eru øgiliga nógv úthús, sum falla í órøkt. Tey verða ikki brúkt longur, men standa og forfarast. Men eg meini tey hava eitt arkitektoniskt og mentanarligt virði. So havi eg arbeitt við at finna eina loysn um hvussu tey kunna varðveitast, og tí eri eg komin fram til hetta tjaldið, ið kann hongjast upp inni í slíkum húsum. Við tí verða úthúsini umbroytt til bóli fyri ferðafólk.
Tað sigur Elin Maria Nolsøe Joensen, arkitektur, sum í løtuni arbeiðir við at menna eitt nýtt tilboð til ferðafólk og føroyingar, ið ynskja at ferðast í Føroyum.
Upprunaliga var verkætlanin ein partur av kandidat-ritgerðini hjá Elin Mariu Nolsøe Joensen, men eftir lokna útbúgving valdi hon at kanna møguleikan fyri at arbeiða víðari við hugskotinum.
- Eg kundi valt at lati tað liggja, tí har var eingin fyritøka, ið eg kundi gerast partur av, og í staðin søkt eitt vanligt starv sum arkitektur. Men møguleiki var ov góður at lata fara. So eg avgjørdi, at eg mátti blíva tann vinnurekandi parturin, ið manglaði fyri at verkætlanin kundi gerast veruleiki, sigur Elin Maria Nolsøe Joensen.
Les meira um verkætlanina hjá Elin Mariu Nolsøe Joensen í Vikuskiftis-Blaðnum, ið er til sølu í sølubúðum kring landið.