Vinnupolitikkur og privatisering
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað gongur ikki dagur, at vit ikki hoyra um, at íslendingar hava keypt upp stór feløg í útheiminum. Sum tað seinasta hava teir keypt danska Mærsk Air. Vit spurdu Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, um hann sær fyri sær tann møguleikan, at tað vera íslendingar, sum kanska fara at keypa upp meginpartin av føroyskum vinnulívi, tá tær umrøddu privatiseringarnar gerast veruleiki?
-Tað er eingin ivi um soleiðis sum gongdin er í dag og soleiðis sum íslendingar vísa áhuga fyri Føroyum, at teir verða millum framtíðar aktørarnar her í Føroyum eisini, men hvussu nógv teir fara at keypa veit eg ikki. Tað, sum er umráðandi fyri okkum, er, at tá feløg verða keypt ella seld, at vit hava kappingarreglar, soleiðis at vit ikki enda í eini monopolstøðu. Eg vil gera alt fyri at sleppa undan sum landsstýrismaður, at vit fara frá einum almennum monopoli til eitt privat monopol. Tað er umráðandi uttan mun til, hvør eigur, um tað eru íslendingar ella aðrir, at vit hava reglur, sum tryggja okkum, at vit ikki fáa eina monopolstøðu í Føroyum innan fyri ávísar vinnur. Til tess at forða fyri, tá privatiseringarnar byrja, at vit ikki koma at enda í eini privatmonopollíknandi støðu arbeiðir landsstýrið í løtuni við at leggja eina nýggja kappingarlóg fyri løgtingið.
Landsstýrismaðurin leggur aftrat, at tað er líka mikið, hvør eigur hvat. Bara tað virksemi, sum er, í so stóran mun verður rikið her úr Føroyum, at man frígevur kapital, sum kann vera við til at stovna nýtt virksemi.
-Íslendingar keypa fleiri flogfeløg, td. Sterling og Mærsk, er tað ikki náttúrligt at halda, at teir eisini fara at keypa Atlantsflog.
-Tað er eingin ivi um, at íslendingar vera millum tey, sum hava áhuga. Men tað eru kanska onnur, sum hava áhuga fyri Atlantsflog enn íslendingar, so tað verður spennandi at síggja, hvør fer at keypa.
Bjarni Djurholm skuldi vera við í London herfyri,tá ein stór sendinevnd úr Føroyum fór at kunna seg við fíggingarmarknaðir har og fáa samband við fíggingarstovnar í Bretlandi. Hann var tá í USA í ørindum og harmast um, at høvi ikki var at vera við í Bretlandi.
-Tað átakið, sum landsstýrið tók stig til at gera í London, var sera positivt. Tað er sera umráðandi fyri okkum, tá vit fara at selja út av føroyskum aktivum, at vit hava so nógvar áhugaðar, sum til ber og at vit fáa kapping um tað vit skulu selja. Bjarni Djurholm leggur aftrat, at tað er týdningarmikið fyri okkum, at vit fáa seriøsar keyparar. Tess breiðari keyparaskara tú hevur, tess betur møguleika hevur tú fyri sum seljari at velja tann burtur úr, sum best passar inn eitt konsept.
-Vit selja ikki bara yvir háls og herðar. Vit koma helst at selja við nøkrum restriktiónum, soleiðis at vit tryggja føroysk áhugamál, so langt tað røkkur. Soleiðis at tú hevur ein ávísan tryggleika bæði frá tí politisku skipanini og millum tey, sum starvast og virka dagliga í feløgunum. Tað hevur nógv at siga fyri meg.
Framtíðin hjá vinnuni
Nógv myrk skíggj eru á luftini. Hvussu sær landsstýrismaðurin í vinnumálum framtíðina hjá vinnuni!
-Vit hava jú í dag (fríggjadag, blaðm.) lagt síðstu hond á ein nýggjan vinnupolitikk, sum vit fara at leggja fyri løgtingið í august. Og vit fara at avdúka ein part av honum í sambandi við løgmansrøðuna. Har hava vit valt at síggja verðina frá einum kanska øðrum sjónarhorni, enn vit síggja tað til dagligt. Og vónandi kann tað vera við til at lata upp fyri nøkrum møguleikum. Men tað er givið, at tá vit hyggja at trupulleikunum í Føroyum, so tørvar okkum ikki kapital. Tað er ein spurningur, hvussu hann verður umsettur og fer at virka her í Føroyum.
Bjarni Djurholm er púra samførdur um, at tað almenna skal taka seg úr tí virksemi tað er í og sum ber til. Tað almenna skal jú eisini royna at sleppa sær undan teimum útreiðslum tað hevur við at hava hesi aktivini . -Vit gjalda 150 mill. kr. barav í rentum um árið. Tað er ein stórur postur á fíggjarlógini. Tað er eisini týdningarmikið, at tað almenna kann seta í verk ein skattareform, sum merkir, at tað er áhugavert hjá øðrum, sum koma henda vegin, at gera íløgur í Føroyum. Og eisini mótvegis løntakarunum er tað týdningarmikið, at vit kunnu hava eina skattaskipan, sum ger, at serliga tann tímalønti kann kenna seg tryggan, sjálvt um bruttolønin ikki hækkar.
Landsstýrismaðurin sigur víðari, at vit hava virkuliga nógv stór mál og tøk fyri stavn . Tað er tí ein spurningur um bæði arbeiðsmarknaðarpolitikk, skatta- og avgjaldspolitikk og vinnupolitikk. -Eg veit, at hetta landsstýrið er fyri at gera broytingar tað komandi árið og tað fer ólavsøkurøðan m.a. at endurspegla leggur hann aftrat.
Hóast afturgongd í samfelagnum, so heldur Bjarni Djurholm, at vit kortini ikki mugu gloyma, at tað eisini eru positiv viðurskifti í samfelagnum. Sjálvur er hann serstakliga fegin um gondina innan alivinnuna. Tað, sum vísir seg at ganga nógv skjótari, enn vit tordu at vænta, er tann sannroynd, at stórur framburður fer fram innan aling. Eitt nú er stórur áhugi fyri toskaaling.Tað eru tí góð útlit til, at innan fyri eitt ella tey ár sær tann vinnan totalt øðrvísi út enn hon ger í dag.