Mæla gentum og kvinnum frá at eta spik

Nýggja kosttilmælið um grind sigur millum annað, at gentur og kvinnur helst ikki skulu eta spik, til tær eru lidnar við at eiga børn

Í gjár bleiv nýggja kosttilmælið um grind, sum Heilsufrøðiliga Starvstovan, Landslæknin og Deildin fyri arbeiðs- og almennaheilsu hava latið úr hondum, almannkunngjørt. Seinast eitt slíkt tilmæli var kunngjørt, var í 1989.

Tilmælið er grundað á kanningar, sum Náttúrugripasavnið hevur gjørt av PCB og kyksilvur innihaldinum í grind, og á tær kyksilvurkanningar, sum heilsumyndugleikarnir hava gjørt av einum 1.500 børnum í Føroyum seinastu árini.


PCB

Serliga í spiki er innihaldið av PCB rættiliga høgt. PCB er ein bólkur av kemiskum evnum, ið kann hava árin á eitt nú nervalag og kynsgøgn hjá børnum í móðurlívi.

Evnini, sum hoyra undir PCB, verða goymd í likaminum, so leingi man er til, og av somu orsøk gerst nøgdin av hesum bert størri og størri.

Um ein kvinna gerst við barn, so fær fostrið PCB'ir úr nalvastronginum, og tá barnið er føtt, fær tað hesi evnir við móðurmjólkini.

Kanningar hava eisini staðfest, at føroyskar kvinnur, í mun til kvinnur í vestur-europeiskum londum, hava eitt sera høgt innihald av PCB í móðurmjólkini.

Í kosttilmælinum verður mælt til, at vaksin fólk í mesta lagi eta grind og spik til døgurða 1 - 2 ferðir um mánaðin.


Kyksilvur

Tað er einki yvir at dylja, at nýtslan av kyksilvuri er nógv minkað seinastu árini. Ídnaðurin í einum stórum parti av heiminum hevur fingið strangar avmarkingar, men enn er langt eftir á mál, verður sagt í kosttilmælinum.

Tað er serliga í grindatvøsti, at innihaldið av kyksilvuri er høgt. Mælt verður til at kvinnur, ið ætla at gerast við barn innan 3 mánaðar, barnakonur og kvinnur, ið hava barn at brósti, eiga helst einki grindatvøst at eta.

Eisini verður mælt til, at innvølir frá grind als ikki verður etið.


Aðrastaðni høvdu tey helst sagt stop

Hevði kanningin verið gjørd í onkrum øðrum landi, so sum Týsklandi ella USA, og úrslitið hevði verið tað sama, so høvdu myndugleikarnir har helst sett eitt fullkomið bann fyri at eta tvøst og spik.

Her í Føroyum er hetta óhugsandi, siga teir, sum hava gjørt tilmælið. Grindin er ein so stórur partur av okkara mentan, at hetta als ikki er gjørligt, og haraftrat er hetta tilmælið ætla at varskógva fólk um vandarnar í spiki og tvøsti, heldur enn at gera tey bangin.


Mannfólkini

Onkur vil kanska spyrja, um kyksilvur ella PCB ikki ávirkar mannfólkini og eitt nú góðskuna á sáðkyknunum.

Pál Weihe sigur, at hetta als ikki er óhugsandi, men enn eru ongar kanningar gjørdar av hesum.

Tað skal eisini havast í huga, at tað eru onnur fyribrigdir, sum kunnu gera størra ávirkan á eitt fostur, enn um mamman etur grind og spik til døgurða.

Um mamman til dømis fær sær eina kenning, meðan hon er við barn, so er hetta nógv vandamiklari fyri fostrið, enn hvat kyksilvur- og PCB innihaldið í einum døgurða av grind og spik er.


Stórur áhugi uttanlands

Fjølmiðlar uttanlanda hava víst tilmælinum stóran áhuga. Bæði franskt og bretskt sjónvarp hava sett seg í samband við Pál Weihe, arbeiðsmedisinara, fyri at fáa hendur á tilmælinum.

Viðurkenda tíðarritið, New Scientist, umrøddi eisini, í leiðara sínum einaferð í november síðsta ár, kanningarnar hjá føroyingum.